Ungdómsting og fólkaræði

Tað er eitt frálíkt hugskot at halda ungdómsting í løgtingshúsinum. Ungdómstingið, sum í hesum døgum verður hildið, gongur fyri seg mestsum á sama hátt sum, tá fólkavaldu tinglimirnir halda ting. Demokratiið ella fólkaræðið er nakað av tí mest virðismikla, ið vit eiga. Vit eiga øll at verja og menna fólkaræðið hvønn dag. Fólkaræðið er viðkvæmt og má at røkjast væl og virðiliga. Kanska hugsa vit ov lítið um hetta í gerandisdegnum og kanska fara vit ikki altíð nóg væl um fólkaræðið.

Strevið at styrkja og menna fólkaræðið eigur at vera útinnt á øllum økjum og til allar tíðir. Ein týðandi liður er at gróðurseta fólkaræðið í tí uppvaksandi ættarliðinum. Hetta verður vónandi gjørt dagliga í skúlunum við tað, at eitt endamálið við fólkaskúlanum er at venja børnini upp til demokratiskt hugsandi menniskju. Demokrati er ikki nakað, sum bert er til staðar í politikki, eitt nú á løgtingi og í bý- og bygdaráðum. Demokrati ella fólkaræði er ein partur av okkara mentan og eigur at vera ein nátúrligur partur av okkara gerandisdegi. Demokrati er at virða hvønn annan og at virða meiningar og sjónarmið hjá hinum, hóast ósemjur og ymisk sjónarmið. Demokrati er orðaskifti og upplýsing, samhaldsfesti úti sum heima. Í hesum døgum verður samhaldsfesti okkara sett undir harða roynd, nú ein stórur partur av tí heimi, sum hevur brúk fyri okkara samhaldsfesti, vendir sær móti okkum við hóttanum og rakstrarrópum.

Tað er við hesum baksýni, ið vit skulu síggja eitt fyribrigdi sum ungdómstingið. Á ungdómstinginum kunnu nøkur ung fáa innlit í bygnað og virksemi fólkaræðisins. Tey kunnu fáa innlit í, hvussu okkara fólkaræði virkar. Tey eins og vit onnur kenna jú bert politisku skipanina gjøgnum fjølmiðlarnar. Men hesir megna bert at vísa okkum ein part av øllum tí sera samansettu og fjøltáttaðu skipan, sum eyðkennir okkara fólkaræði. Vónandi fáa tey ungu bæði áhuga fyri grundleggjandi fólkaræðisligum spurningum, virðing fyri sjálvum fólkaræðinum og fatan av teimum fortreytum, sum fólkaræðið virkar undir. Vónandi fara hesi dámligu ungufólk út til sínar vinir og skúlafelagar og greiða frá øllum, ið tey hava uppliva hesar báðar dagrnar á Føroya løgtingið. Gera tey hetta, so er mikið vunnið bæði fyri sjálvt fólkaræðið og fyri føroyskan ungdóm.