Ungdómsvenjarin bleiv vaksin

Undan kappingarárinum var ætlanin, at Svein Rógvi Nielsen burturav skuldi arbeiða við ungdóminum í Stjørnuni, men umstøðurnar lagaðu tað seg øðrvísi. Somikið øðrvísi, at hann leygardagin stóð sum meistaravenjari hjá besta kvinnuliðnum í landinum

Hondbóltsprát

Tað vísti seg at vera ein heppin avgerð, sum leiðslan í Stjørnuni tók, longu tá trý umfør vóru leikt í landskappingini hjá kvinnum.
Undan kappingini varð avtalað annars gjørd við Yelena Barlov um, at hon skuldi venja liðið, men tað stóð skjótt greitt, at hetta ikki fór at verað nøkur varandi loysn.
Heldur enn at bíða, so valdi leiðslan í felagnum alt fyri eitt at senda útlendska venjaran heim, og ístaðin varð Svein Rógvi Nielsen ? sum annars er ungdómsvenjari í felagnum ? biðin um at átaka sær uppgávuna at venja fremsta kvinnuliðið.

Í dag ? fimm mánaðir seinni ? er meistaraheitið hjá liðnum ein veruleiki, men sjálvur heldur Rógvi ikki, at gullið var eitt evni yvirhøvur, tá venjaraskiftið fór fram.
- Málsetningurin hjá okkum tá var fyrst og fremst at stabilisera liðið. Vit høvdu eisini tríggjar sera truplar á skránni, tá VÍF, VB og Neistin komu á vitjan. Móti VÍF taptu vit tepurt, men síðani gjørdist talan um spennandi sigrar á VB og Neistanum, og so gekk bara ein veg.
Stjørnan vann eisini tað, sum var eftir av grundspælinum, og tær lógu tí á odda, tá farið varð undir endaspælið. Í steypakappingini gekk eisini væl, og sjálvur sigur Rógvi, at tað var eftir finalusigurin á VB, at hann av álvara fekk eina sterka trúgv upp á meistaraheitið.
- Sjálvandi hevði onkur tosað um tað áðrenn, men í bussinum heim ta ferðina fekk eg av álvara at kenna, hvussu nógv kvinnurnar vildu royna eftir hesum. Uttan at eg hevði sagt nakað, avtalaðu leikararnir, at hetta fram til kappingarlok var eingin, sum skuldi í býin. Heldur ikki tað kvøldið.
- Og sami seriøsi stemningurin hevur alla tíðina merkt hópin. Góð uppmøting og hørð venjing hava verið miðvísa uppskriftin, og í dag gav hetta eisini úrslit. Bæði tí vit ígjøgnum allan dystin megna at halda okkara uppleggi til dysitn, og eisini tí vit seinastu løtuna høvdu tað yvirskotið, sum skuldi til fyri at tryggja sigurin, segði Rógvi Nielsen.