- Vit hava aftur havt ídnar starvsnæmingar í oynni. Hesaferð eru tað Ivy Helena Janusardóttir og Kristianna Áarberg Joensen, sum ganga í NámX í Eysturskúlanum.
Soleiðis siga tey á Facebook-vanganum hjá Dímunargarði í dag.
- Tær hava verið góð hjálp, nú vit hava nógv at takast við í fjósinum. Umframt at hjálpa til í fjósinum, hava vit eisini verið nakrar túrar burtur í haga, tá veðrið hevur loyvt tí.
Á Dímunargarði eru tey takksom fyri góðu hjálpina, tey hava fingið hesar dagarnar, og Ivy Helenu Janusardóttir og Kristionnu Áarberg Joensen verður ynskt alt tað besta.
- Vit halda tað vera ómetaliga hugaligt, at ungfólk halda hetta vera áhugavert og forvitnisligt. Vit meta, at tey, eftir at hava verið her úti í tvær vikur, hava fingið eina góða fatan av, hvat lívið á útoyggj inniber.
Á Dímunargarði halda tey tað eisini vera virðismikið, at ungfólk eru tilvitað um, at Føroyar eru eitt oyggjasamfelag.
##med2##
##med3##