Ungi hjálparvenjarin fegnast um byrjanina

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Agnar Frederiksen og hinir í KÍ fegnast um trý stig ímóti TB í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 við unga hjálparvenjaran hjá KÍ, Agnar Frederiksen, sum í sínum fyrsta dysti, sum hjálparvenjari í effodeildini fekk ein sigur.

 

Agnar Frederiksen stórfegnast um 1-0 sigurin hjá KÍ ímóti TB suðuri í Trongisvági í dag. Ungi hjálparvenjarin heldur, at tað var serliga verjuparturin, sum stóð sterkur í myndini hjá KÍ í dag. Agnar Frederiksen heldur tó, at tað eru eisini ting, sum bøtast mugu upp, t.d. at halda betur uppá bóltin.

 

Agnar Frederiksen dylur ikki hvussu stóran týdning tað hevur fyri hópin at koma væl frá byrjan. Hann er eisini fegin um avgerðina at flyta heimadystin norðuri í Klaksvík til Trongisvágs, og sleppa undan at hava ein dyst hangandi.