Danska undirvísingarmálaráðið hevur sett pening til síðis til eina pulju, sum eitur “Námsferðir í Føroyum og í Grønlandi”. Endamálið er at veita stuðul, soleiðis at fleiri ungir danir sleppa at uppliva Føroyar og Grønland.
Hetta skal vera við til at økja um kunnleikan til felagsskapin við Føroyar og Grønland. Fakligi parturin av námsferðunum skal snúgva seg um søgu, mentan, mál, náttúru, veðurlag og samfelagsviðurskifti. Haraftrat er tað ein treyt, at næmingarnir skulu samstarva við ungar føroyingar og grønlendingar.
Útbúgvingarstovnar og skúlar í Danmark kunnu søkja um stuðul til hetta. 1 millión krónur eru settar av til 2019, men freistin at søkja var úti fyrradagin. Tó so væntar Undirvísingarmálaráðið, at tað komandi trý árini verður møguligt at søkja um stuðul til námsferðir gjøgnum eina pulju, sum hvørt ár verður áljóðandi 3 milliónir krónur.
Hetta er ein liður í arbeiðnum hjá Fólkatinginum at styrkja um danska kunnleikan til ríkisfelagsskapin og sambandið londini millum.