Ummæli
Sprottin úr Heimamissións umhvørvinum er Proclaim av fólki, ið eg havi tosað við ofta lýstur, sum nýggju stjørnurnar innan tónleik í Heimamissiónshøpi. Serliga er tað songrøddin hjá sangaranum, ið verður lovprísa. Á Fjarðafestivalinum slapp eg fyrstu ferð at uppliva bólkin á konsert, og lat tað vera sagt beinanvegin, sangarin syngur sera væl. Men annars hevur bólkurin sera lítið at bjóða-
Proclaim eru skjótt fløguaktuellir, og á Fjarðafestivalinum var høvi at hoyra løg av komandi útgávuni hjá hesum nógv hypaða bólki.
Streymurin hvarv
Framførslan var nógv seinkað av tøkniligum trupulleikum. Streymurin til stóra ljóðpultin fór undir ljóðroyndini. Tað tók yvirraskandi langa tíð at loysa henda trupulleika, men nærum ein hálvan tíma seinkaður byrjaði bólkurin at spæla.
Proclaim eigur rós fyri, hvussu væl teir loystu uppgávuna at halda lagið gott millum áhpyrararnar, ið trúgvir bíðaðu eftir, at bólkurin skuldi byrja at spæla. Við dansi og songspølum var tað eitt sindur sum at vera á ungdómslegu.
Lítið egnir
Proclaim er ein rættiliga ungur bólkur, og tí var tað undrunarvert at hoyra, at bólkurin ljóðaði so gamal. Fyrsta lagið minti óvanliga nógv um klaksvíksbólkin Aria, niður í minstu detalju, og eina løtu helt eg, at Jógvan Hansen var komin á pall. Í næsta lagi skifti stílurin nakað, og restin av konsertina var sum at hoyra Taxi. Løgini mintu sera nógv um løg hjá Prix Føroyar vinnaranum 1999, bæði í stíli og tíanverri eisini ofta í formi, tó utttan at Proclaim tøkniliga vóru líka væl fyri sum Taxi. Teir spældu tó væl. Í stuttum ljóðaðu ungu menninir sera lítið originalir. Veðrið var vátt, og hetta gjørdi, at mannfjøldin ongantíð gjørdist ordiliga stór. Men lagið tyktist gott millum fólk.