Unglingafinalan í kvøld

Í kvøld verður finalan um Thomas Dam steypið spæld í Havn. Í ár eru tað KÍ og B36, sum hittast í finaluni, sum ofta hevur verið sera tøtt. KÍ vann í fjórðingsfinaluni 3-0 á 07 Vestur, áðrenn teir í hálvfinaluni vunnu 2-0 á útivølli móti EB/Streymi. Hjá B36 varð vegurin til finaluna vunnin við 6-0 sigri á Víkingi og 5-1 sigri á ÍF í hálvfinaluni. Finalan, sum verður spæld á Skála, byrjar klokkan 19.00, og er tað Ransin N. Djurhuus, sum heldur floytuni.