Ungt summar 2024

Tórshavnar kommuna skipar aftur í ár fyri tiltakinum Ungt Summar, ið er ætlað ungdómum í kommununi í aldrinum 13-15 ár

Ungt summar hevur til endamáls at skapa upplivingar, góðar felagsskapir og trivnað millum tey ungu í summarfrítíðini.

 

Ymsar skapandi verða verkstovur hildnar í býnum í juli, har tað ber til hjá teimum ungu at menna síni skapandi evni við kønari vegleiðing frá verkstovuleiðarum. Verkstovurnar vera í tríggjar dagar, og øll 13-15 ára gomul í kommununi kunnu melda seg til. Allar verkstovurnar eru ókeypis. Tær flestu verkstovurnar eru frá kl.11-15 hvønn dag.

 

Í fjør snúðu verkstovurnar seg millum annað um e-sport, heimasíðuskapan, livestreaming, sangskriving, seyming, smúkkugerð og tekning. Nakrar av hesum verkstovum vera aftur í ár, meðan nýggjar verkstovur eisini verða lagdar afturat.

 

Nærri upplýsingar um verkstovur, tíðarætlan, tilmelding og annað verða lagdar út á torshavn.fo í seinnu helvt av juni.