Ungu menninir standa seg væl

Jógvan Martin Olsen sigur venjingarstøðuna hjá føroysku leikarunum vera á eini góðari leið, men at einstakir spælarar burdu verið betri fyri.

Bæði Ingi Højsted og Jann Ingi Petersen hava staðið seg rættiliga væl á venjingarleguni í Spania. ? Teir ungu hava markerað seg rættiliga væl á ferðini, og standa onki aftanfyri teir eldru leikararnar, sigur Jógvan Martin Olsen úr Spania.

Hjálparvenjarin hevur eisini rós at bera Jonhardi Frederiksberg, sum rættiliga óvæntað varð úttikin í síðstu løtu.

? Eg havi vant Jonhard á fleiri ungdómslandsliðum, og tá stóð hann seg altíð sera væl, og á venjingarleguni hevur gingið væl hjá honum, sigur Jógvan Martin Olsen.

Fleiri smáskaðar
Teir tríggir Jákup á Borg, Jóhannus Joensen og Julian Johnsson hava allir havt smáskaðar at dragast við, og tí hava teir ikki vant við fullari ferð í Spania. Teir eru nú við at koma fyri seg, og væntandi verða teir allir við í seinna venjingardystinum fríggjadagin.

Avtala er gjørd við eitt russiskt lið um dyst seinnapartin fríggjadagin. Russiska felagið spælir í fremstu deildini.

Í dystinum ímóti Bryne sunnudagin sluppu allir leikararnir at royna, uttan HB-málverjin, Bárður Johannesen. Jógvan Martin Olsen sigur, at Bárður við vissu fær leiktíð ímóti russiska liðnum fríggjadagin

Venjingarstøðan á eini leið
Venjingarstøðan hjá føroysku leikarunum, sigur Jógvan Martin Olsen vera á einari góðari leið, og vísur tó á, at einstakir leikarar burdu verið betri fyri.

Tað hevur verið nógv venjing við bólti í Spania, og dentur hevur serliga verið lagdur á at venja røtta flytingarnar í nýggju spæliskipanini 4-4-2, Venjingarumstøðurnar í Malaga eru framúr, og venjingarnar hjá landsliðnum hava ginigið sera væl higartil.

Tað eru í løtuni fleiri feløg á venjingarlegu í Malaga, og góðu umstøðurnar gera, at feløgini venda aftur ár eftir ár. Føroyingar búgva hesaferð á hotelli saman við felagnum hjá Jákupi Mikkelsen, Molde, og russiska stórfelagnum Dinamo Moskva

Nógvir skótar
Tað eru heilt fitt av fótbóltsskótum og fylgja teimum mongu liðunum á venjingarlegu í Malaga. Fótbóltsskótarnir koma úr nógvum ymiskum feløgunum, og teir fylgja eisini við føroysku leikarunum.

Hjálparvenjarin, Jógvan Martin Olsen, vísur á, at tað er rættiliga vanligt, at fótbóltsskótar eru at síggja á slíkum venjingarlegum, og tað ger tað tess meira spennandi at vera leikari á slíkari venjingarlegu.