Ungur føroyingur gjørt sáttmála við OB

Hann hevur áður royndarvant við Brøndby uttan úrslit, men eftir hetta hevur hann royndarvant við OB, og har eydnaðist betur. OB, sum er stytting fyri Odense Boldklub, bjóðaði 15 ára gamla Teituri Matras Gestsson úr Klaksvík ein sáttmála, og hann hevur tikið av tilboðnum. Sáttmálin er galdandi í eitt ár, og meiningin er fyribils, at hann skal leika við U16-liðnum hjá felagnum. Við síðuna av fótbóltinum skal hann ganga í einum flokki, sum svarar til føroysku útgávuna av 10. flokki.

 

Hóast sín unga aldur hevur Teitur staðið í mál onkran venjingardyst hjá besta liðnum hjá KÍ. Hann hevur eisini leikt við føroysku U15- og U17 landsliðunum.