Fótbóltsferð
Í samband við útgávuna av árliga fótbóltsblaðnum hjá Sosialinum, var aftur í ár skipað fyri kapping, har til bar at vinna eina fótbóltsferð.
Atlantic Airways fer uttan iva at flyta hópin av fótbóltshugaðum føroyingum til Dublin, tá Føroyar í heyst skulu spæla fótbóltsdyst her, og flogfelagið legði alt fyri eitt tvey av plássunum av, soleiðis at nakað skuldi vera til vinnaran av kappingini.
Puslispælið gekk upp
Kappingin, sum talan var, var at savna saman eitt puslispæl, sum at enda skuldi vísa eina mynd av HB-liðskiparanum, Rúna Nolsøe. Sjálv plátan til hetta var at finna í fótbóltsblaðnum, meðan teir 15 puntarnir í puslispælinum so vóru at finna í Sosialinum seinastu tríggjar vikurnar.
Men tað var nú ikki bara sum at siga tað, at fáa hetta vælsignaða puslispæl at ganga upp. Tá brikkurin við 15-talinum á varð prentaður her í blaðnum, sótu tey flestu framvegis bara við 14 brikkum, men mistakið varð skjótt greitt, og í næsta blaðnum var so tíggjundi punturin, sum øll høvdu sóknast eftir.
Hóast hetta, so vóru tað tó nógv, sum høvdu savnað sær allar puntarnar. Alt í alt táttaði talið av innkomnum brævbjálvum væl upp ímóti teimum túsund, og millum hesar skuldi vinnarin av ferðini so finnast.
HB-leikari vann
Og nú talan var um eina fótbóltsferð, so mundi tað eisini vera hóskandi, at tað gjørdist ein fótbóltshugaður unglingi, sum fór avstað við vinninginum.
Tað var nevnliga bjálvin hjá 14 ára gamla Martin Johannesen úr Havn, sum kom úr posanum, og hann kann soleiðis longu nú fara at gleða seg til oktober mánað, tá flogfarið til Dublin fer avstað.
Umframt at ganga í skúla á Adventistaskúlanum, er Martin eisini fastur fúsur á dreingjaliðnum hjá HB, so tað er einki at ivast í, at áhugin fyri bóltspælinum er stórur.
Og nú fær hann so møguleika ? saman við einum ferðafelaga ? at síggja føroyska landsliðið í altjóða dysti á útivølli. Og tað man nú ikki vera so galin fongur.