Ungverjar søgdu ja

Leygardagin var fólkaatkvøða í Ungarn um limaskap í ES, og har var eingin ivi.

Tá uppteljingin var liðug, høvdu meiri enn 80 prosent atkvøtt fyri, at Ungarn skal fara upp í ES, meðan bert 16 prosent høvdu atkvøtt ímóti. Harafturímóti var áhugin fyri fólkaatkvøðuni lítil, tí bert góð 40 prosent av veljarunum nýttu høvi at siga sína hugsan.

Nú hava trý av umsøkjaralondunum sagt endaliga ja til limaskap í ES. Tey eru Malta, Slovenia og nú Ungarn. Danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, er fegin um úrslitið í Ungarn. Hann vónar, at tað fer at eggja fólkinum í hinum londunum í Eysturevropa til at taka somu støðu.