Uni Arge fimmti ár

Í dag fyllir Uni Arge, journalistur, í Havn, fimmti ár.

Uni er sonur Jógvan og Maritu Arge í Havn. Hann úr Havn og hon úr Hvalba.

Vit kunnu siga, at tað liggur í kortinum at gerast tíðindamaður, tá tú ert úr hasi Arge-ættini. Abbin var Niels Juel Arge, sum var útvarpsstjóri í eitt mannaminni frá 1960 til 1990 og var synoanymur við Útvarpið, og pápin Jógvan Arge hevur alla sína tíð verið í Útvarpinum.

Vit kenna eisini Una Arge frá fótbóltinum – úr HB og hann var eisini partur av manslandsliðnum heilt aftur frá Landskronatíðini. Tað blivu til 37 landsdystir hjá honum, og málini vóru 8 í tali. Og tað er faktiskt nokso nógv, tí tað eru bara tveir, sum hava skotið fleiri: Klaksvíkingarnir Todi Jónsson og Rógvi Jacobsen sum ávikavist eiga 9 mál og 10 mál.

##med2##

Umframt tíðindamannin og ítróttarmannin Una, so kenna vit eisini tónleikaran og sangskrivaran og rithøvundan Una Arge, tí hann hevur útmerkað seg við fleiri útgávum.

Uni er giftur við Maluni Samuelsen, dóttir Sjúrð og Doru Samuelsen. Tey eiga døtrarnar Turið og Guðrun.

##med3##