Fyrst í næsta mánað tekur nýggi stjórin í Ferðaráð Føroya, Heri Niclasen við starvinum.
Tað er eingin loyna, at tá tað frættist, at Heri Niclasen hevði søkt starvið var hann favorittur at fáa starvið, og serliga í vinnuni var eitt greitt ynski um at hann skuldi setast.
Nú er tað hent og í tí sambandi hava vit fingið eitt prát við stjóran á Flogfelag Føroya, sum umframt at selja ferðaseðlar til og úr Føroyum eisini tekst við gistingarhúsvirksemi.
Og tað skilst á øllum brøgdum, at Uni Danielsen er framúr væl nøgdur við valið hjá stýrinum fyri Ferðaráðið og at landsstýrismaðurin valdi at fylgja innstillingini.
Kompetentur maður
? Í mínari verð er eingin ivi um, at vit hava fingið ein sera kompetentan mann, sum stjóra á tann týdningarmesta postin í føroysku ferðavinnuni. Hann hevur drúgvar praktiskar royndir úr júst ferðavinnuni, og tað fer avgjørt at koma honum til góðar, sigur Uni.
Hann heldur, at tað er ein avgjørdur fyrimunur, at Heri kemur úr einum starvi har hann hevur verið noyddur at leggja dent á tann handilsliga partin.
? Tað er jú tað ferðavinnan livir av. Fáa vit ikki nóg mikið av peningi í kassan, so hongur ikki saman. Tað er bara so, sigur Uni Danielsen, sum leggur afturat, at tað hesin parturin alt ov ofta er skúgvaður til viks, tá ferðavinnan fyrr hevur verið viðgjørd.
Gerast spennandi
og lokkandi
Sum við øllum øðrum vørum, sum vera settar til sølu, so er ferðavinna eisini ein vøra, sum verður mett eftir dygd og góðsku.
Hetta legði Heri sjálvur dent á í blaðnum í gjár, og hann vísti á týdningin at gera eina góðskingarskipan í gásareygum. Við tað meinti hann, at tað hevði verið gott at kunna samansjóða øll tey ymsu útboðini kring landi soleiðis, at teir, sum gera faldarar og príslistar vita, hvat liggur í teimum ymsu túrunum. Á tann hátt heldur Heri, at túrarnir vera »góðskustemplaðir« og á tann hátt vita teir, sum velja túrar, hvat tað er teir keypa.
Hesum er Uni Danielsen púra samdur í. Hansara fatan er, at vit hava gloymt, at vinnan er ein søluvøra, sum skal gerast lokkandi fyri tey ferðandi, sum hava eina øgiliga rúgvu av tilboðum at velja ímillum.
? Vit mugu gera tilboðini lokkandi, soleiðis at tey koma hendavegin. Í okkara føri ber ikki til bara at biða fólk koma vestur í Vágar at sova. Tað tíma tey ikki. Men gera vit túrar og annað, so er ikki óhugsandi, at vit kunnu draga fólk til. Annars koma tey ikki, sigur Uni Danielsen.
Størri fjølbroytni
Eitt annað, sum Uni Danielsen, eftir øllum at døma hevur saknað er fjølbroytni.
Hansara fatan er, at føroyingar eiga at vera nógv meira úti um seg enn bara at velja nøkur ferðafólk út og siga: Tykkum vilja vit hava til Føroya, tí tað vísir seg, at talið av ferðandi í Føroyum er ikki so stórt, sum vit hava gingið og hildið.
? Heri vísir á netið hjá Atlantsflog, Icelandair og Mærsk og eg kann leggja afturat tað arbeiði, sum umboðsstovurnar hjá Mærsk gera fyri føroyingar. Fyri tey eru Føroyar eitt »eksotiskt« stað og tey eru glað fyri at hava Føroyar við í teirra netið, sigur Uni, sum heldur, at hugskotið um størri fjølbroytni er skilagott og rætti vegurin at fara.
Maður fyri samstarvi
Tað, sum er gjøgnumgangandi í samrøðuni við Una er, at hann fegnast um at hava fingið ein stjóra á Ferðaráðnum, sum hevur drúgvar royndir úr ferðavinnuni og sum frammanundan hevur samstarva við flestu føroyingar, sum takast við ferðavinnu.
? Tað er so avgjørt hansara sterka síða, tí hóast hann hevur sínar heilt greiðu og avgjørdu meiningar, so dugir hann væl at samskifta og samstarva við fólk. Hann hevur eitt stórt net úti í heimi, sum kann fara at vísa seg at vera ein sera stórur fyrimunur fyri føroysku ferðavinnuna, sigur Uni Danielsen at enda.