Uni leggur botnin

Trummuleikandi jarðfrøðingurin Uni Árting hevur havt ein virknan leiklut í menningini av føroyskum tónleiki seinastu 14 árini. Við tíðini er Uni vorðin ein av Føroya allar bestu trummuleikarum. Á Planet Awards er hann við í fýra uppskotum til planetir.

 
Planet Awards
 
Uni Árting er fýra ferð í uppskoti til planetir fyri sítt trummuspæl í 200 og hjá Peturi Pólsyni. Fløgurnar Viva La Republica og Koma eru í uppskoti til planetina fyri bestu útgávu, 200 er í uppskoti til planetina fyri besta føroyska og Petur Pólsson fyri besta nýggja.
 
Orkumaskina
Uni er ivaleyst best kendur sum orkumaskinan í 200, sum við 200 km/t buldrar avstað. Hann er ein av Føroya bestu trummuleikarum og hevur seinastu 14 árini verið ein týdningarmikil viðleikari í menningini av føroyskum tónleiki.
 
Ruskmálmur á føroyskum
Fyrstu ferð Uni var at síggja á føroyska tónleikapallinum var í ruskmálmsbólkinum Oblivion. Oblivion var fyrsta føroyska boðið uppá ein bólk, ið spældi hetta slagið av tónleiki. Løgini vóru øll egin og nøkur á føroyskum. Hetta var í 1992 og var nærum óhoyrt tá, tí flest allir rokkbólkar spældu lániløg í teirri tíðini, og teir, ið skrivaðu tónleik, skrivaðu flest allir á enskum.
 
Føroyski grungebólkurin
Eftir at Uni og bassleikandi sangarin Niels Arge Galán góvust í Oblivion, ið tó helt áframm nøkur ár eftir hetta, stovnaðu teir bólkin Mold saman við Niclasi Thorsteinssýni, Kristin N. Bech og Gudmundi Helmsdal. Mold myndaði tann føroyska grunge pallin í fleiri ár, og var eitt stórt tónleikanavn í miðjum 90árunum. Bólkurin luttók á fyrstu Prix Føroyar finaluni í 1995 og  á fyrstu Rock í Føroyum fløguni hjá TUTL í 1995. Mold gav seinni tvær fløgur út Mullich Mulli 1996 og í 1998 Sun Magnet.
 
Gimpar, hasj og helviti
Saman við Niels og bassleikaranum Mikael Blak stovnaði Uni alternativa rokkbólkin 200. Burtur úr hesum samstarvi kom í 1997 sangurin Vit eru <st1:metricconverter w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;200&quot;$?$end$!$200</st1:metricconverter$?$end$!$ á TUTL fløguni Rock í Føroyum 2, ein sangur sum skuldi prógva at alternativur rokkur væl kann syngjast á føroyskum. 200 flutti seg yvir í punkin og gav í 2001 fløguna 200% út, við speirekandi fullveldispunki og sangum um gimpar, hasj og helviti. 200 luttók í Prix Føroyum í 1997 og í 2001, í 2001 eydnaðist tað at koma í finaluna.<BR> 
Beint í upptøkuhølið
Í 1999 fór trummuleikarin í MC-Hár úr bólkinum eina viku áðrenn upptøkurnar til fløguna Burn Me skuldu byrja. Táverandi gittarleikarin í MC-Hár Niels Arge Galán ringdi beint eftir Una, ið trein inn í upptøkuhøli og spældi alíkavæl frálíkt á fløguni. Bæði Niels og Uni fóru stutt eftir burtur úr bólkinum og løgdu næstu árini alla sína orku í hjartabarnið 200.
 
 
200 til Føroya fólk
Í 2004 flutti Uni heim til Føroyar aftan á at hava verið í Danmark og lisið jarðfrøði.Tónlistarliga gjørdist 2005 árið har 200 gjørdust Føroya størsti rokkbólkur. Teir vóru føroyska høvuðsnavnið á tveimum festivalum, spældu á AME í Føroyum og í Danmark, teir vóru í Grønlandi og spældu á festivali har, umframt sera væleydnaða luttøku á íslendska festivalinum Airwaves. Teir hava havt eitt lag ovast á 15 teimum bestu í 9 vikur, hava ligið ovast á sølulistanum í fleiri vikur, og spældu á Mentanarnáttini fyri einum stúgvandi fullum SMS.
Nýggjasta fløgan hjá 200 Viva La Republica kom út í 2005. Hon hevur fingið frálík ummæli, og er vorðin fólkaogn. Tað er einki undur í, at bólkurin er í uppskoti til tvær Planet virðislønir.
 
Sniðgevi og listamaður
Uni og Niels vunnu í fjør AME virðislønina fyri snøggasta fløguhúsa fyri Viva <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;La Republica. Teir&quot;$?$end$!$La Republica. Teir</st1:PersonName$?$end$!$ hava samstarvað um fløguhúsar í nógv ár, og eiga nakrar av flottastu føroysku verkunum í hesari listagreinini. Teir hava innan fyri hetta økið lyft føroyska støðið sera langt upp, og eiga stóran lut í æruni fyri at føroyska fløguhúsalistin er á so høgum støði. Umframt fløguhúsar hava Uni og Niels gjørt annað grafiskt arbeiði, sum t.d. plakatir og heimasíðir. Innan fyri heimasíðulistina er Uni vorðin sera dugnaligur, og ger sera snotiligt arbeiði.<BR> 
Uni uttan Niels
2005 gjørdist eisini árið, tá Uni veruliga byrjaði at gera um seg uttan Niels Arge Galán. Síðan fyrstu tíðina í Oblivion hava Niels og Uni spælt saman. Men í bólkinum hjá Knút Háberg Eysturstein spælir Uni og ikki Niels, tað sama er galdandi í bólkinum hjá Peturi Pólsyni. Á fløguni hjá Peturi leggur Uni trygga botnin, og er motorurin í berur fløguna fram. Uni er við árunum vorðin ein av Føroya bestu trummuleikarum.
 
Útgávur har Uni Árting hevur luttikið:


Rock í Føroyum  - Ymisk (TUTL), 1995

                      lagið <st1:metricconverter w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;9&quot;$?$end$!$9</st1:metricconverter$?$end$!$ við Mold<BR> 
Mullich Mulli  Mold (TUTL), 1996
 
Rock í Føroyum 2  Ymisk (TUTL), 1997
                      Lagið Vit eru <st1:metricconverter w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;200&quot;$?$end$!$200</st1:metricconverter$?$end$!$ við 200<BR> 
Sun Magnet  Mold (TUTL),  1998
 
Burn me  MC-Hár (3arin), 1999
 
TUTL 2000 Rock/Pop  Ymisk (TUTL), 2000
                      [au:ga]  Mold
                     
Prix Føroyar 2001  Ymisk (3arin)
                      Um tú ikki ert við uppá loysing, so ert tú skíti klikkaður  200
                      Edmund  200
                      Jóannes - 200
 
200% - 200 (TUTL), 2001
 
TUTL 25 ár Live (TUTL), 2002
                      Drive Me Over  Mold
                      Punkurin frá helviti 2 - 200
 
Viva La Republica  200 (TUTL), 2005
 
Petur Pólson  Koma (TUTL), 2005
 
Popplist 4 (3arin og TUTL), 2005
                      Musclemanblað - 200