Uni vildi hava brotsspark

Íslendski útisetin var tvær ferðir tætt við at skora mál, og Todi Jónsson var ikki nøgdur við at tapa við tveimum málum móti teimum, sum hann dagliga ferðast ímillum

Allan Simonsen hevði aftur hesa ferð valt at seta Una Arge við síðuna av Toda Jónsson í álopinum. Kurt Mørkøre loysti Una av, tá átjan minuttir vóru eftir. Sjálvandi var tað torførari hjá Kurt, enn tað var hjá Una, tí føroyingar vóru minni álopskendir síðstu løtuna. Men skulu vit bara meta út frá avrikunum hesa ferð, so sannførdi toppskjúttin í næstbestu deildini í Noregi ikki um, at hann næstu ferð eigur sjálvsagdan rætt at vera millum teir fyrstu ellivu.

Uni Arge hevði tvær tær bestu royndirnar móti danska málinum:

? Eg fari altí9ð at iðra meg um, at fluktarin ikki fór í málið. Eg stóð sjáldsama leysur um brotssparksblettin, bólturin frá Øssuri var góður, eg høgdi til, og eg rakti bóltin væl, men tíverri megnaði Thomas Helveg at benda bóltinum út um stólpan. Eg fylgdi bóltinum, og hann hevði kós beint móti horninum, segði Uni Arge.

Arge maðurin í Akranesi var sera harmur um, at norski dómarin ikki bríkslaði fyri brotssparki:

? Julian Johnsson stútaði bóltin tvørturum til mín. Thomas Helveg vardi fyri við arminum, og eg fati ikki, at dómarin ikki bríkslaði. Eg ivist ikki í, at linjuverjin sá, at tað var brotsspark, men han lætst ikki um vón, segði Uni Arge, sum í dag fer aftur til Íslands. Í vikuskiftinum skal ÍA spæla móti botnliðnum Stjarnuni. Teir í Akranesi hava ikki mist mótið um at vinna meistaraskapin, og teir eru undir øllum umstøðum við í kappingini um pláss í Europa Cup.


Ov lítið beinleiðis

Todi Jónsson var ikki nøgdur við at hava tapt 2?0 móti dønum:

? Eg haldi ikki, at teir vóru so nógv betri enn vit, at teir høvdu uppiborið at vinna við tveimum málum. Teir høvdu onkran møguleika, og tað høvdu vit eisini. Munurin var, at teir gjørdeu nyttur burturúr tveimum møguleikum. Tað megnaðu vit ikki.

Tú fekst eina ferð bóltin inn um Peter Schmeichel, men tú náddi ikki at trýsta hann um strikuna. Tú lá flatur í málteiginum. Var talan um brotsspark?

? Nei, tað haldi eg ikki, at tað var. Eg varð ikki feldur.


Hvussu kundu tit havt fingið eitt betur úrslit?

? Vit høvdu havt fingið eitt betri úrslit, um vit høvdu megnað at hildið tætt. Men eg haldi eisini, at vit kundu havt verið meiri beinleiðis í framrættaða spælinum. Vit fingu ongantíð orduligt kontraspæl í gongd, tí vit trillaðu ov ofta ov nógv aftarlaga á vøllinum.la inn í spælið, men tóktist tá ikki vera bangin fyri at bjóða seg til.

Var atvoldin til einasta gula kortið hjá dønum, tá hann snildisliga snaraði sær undan Per Frandsen.


15. Kurt Mørkøre

Sogndal

30/2

Kom á vøllin fyri Una Arge, tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin. Føroyska liðið lág tá nógv longri afturi á vøllinum, enn teir gjørdu í fyrra hálvleki, og tí var ógvuliga avmarkað, hvussu nógvar bóltar Kurt fekk at arbeiða við.

Sýndi tó í glottum, at hann kann nýtast sum »Target-man«. Millum annað tá hann stútaði innlegg niður til Toda Jónsson móti endanum av dystinum.


12. Henning Jarnskor


35/2

Kom á vøllin fyri Allan Mørkøre seinasta korterið, tó uttan at prógva, at hann eigur at vera fremsta val á plássinum, tá slovenar koma á vitjan.

Tóktist hava trupulleikar við at plasera seg rætt, og varð tí í fleiri førum yvirspældur á bakkinum. Er í løtuni ikki á tí støði, sum hann fyrr hevur verið á í landsliðsbúnanum.


18. Rógvi Jacobsen


6/0

Kom á vøllin fyri John Petersen seinastu 10 minuttirnar. Kom í einstøkum førum væl við í føroyska uppspælið, men yvirhøvur var spælitíðin ov stutt til at geva eitt veruligt skoðsmál