Tveir dystir vóru spældir í Premier League í kvøld. Chelsea tók á heimavølli ímóti Everton. Chelsea vóru pískaðir til at vinna fyri at kunna fylgja við í oddastríðnum, men tað eydnaðist bert London-liðnum at fáa javnleik ímóti Everton.
Tó var sera nær við, at Didier Drogba aftur gjørdist tann stóra hetjan. Tá urið vísti 93 minuttir rakti Drogba tvørstongina, men nærri kom Chelsea ikki.
Manchester United vann ein sera týdningarmiklan 2-0 sigur á Portsmouth á Old Trafford. Sigurin merkir, at United nú aftur er oddalið í Premier League. Tá dysturin bert var átta minuttir gamal, spældi Ryan Giggs Wayne Rooney frían, sum skoraði til 1-0 frá stuttari fjarstøðu. United hevði nógvar møguleikar til at binda um, men tað gekk striltið at fáa tað næsta málið. Ikki fyrr enn 82 minuttir vóru farnir, eydnaðist tað at binda um. Paul Scholes vísti seg frá sínari bestu síðu, tá hann sendi ein bólt millum tveir verjuspælarar hjá Portsmouth til Michael Carrick, sum við einum hørðum skoti skoraði til 2-0.
Støðan í oddinum :
1 Man Utd 32 +35 74
2 Liverpool 33 +38 71
3 Chelsea 33 +35 68
4 Arsenal 33 +26 62
----------------------
5 Aston Villa 33 +6 54
6 Everton 33 +13 53
----------------------
7 West Ham 33 +1 45
8 Fulham 33 +5 44
9 Tottenham 33 +3 44
10 Man City 33 +7 41
11 Wigan 32 -5 41