Við tveimum teprum sigrum leiktu Manchester United og Chelsea seg víðari í ensku FA Cup í kvøld, tá ið liðini møttu ávíkavist Middlesbrough og Tottenham.
Manchester United sat fyri tað mesta á spælinum heima á Old Trafford, meðan Middlesbrough stóð væl á vøllinum, og megnaði at halda oddaliðnum í Premier League frá teimum stóru málmøguleikunum. Hetta megnaðu teir til eitt korter fyri leiklok, tá ið Jonathan Woodgate feldi Cristiano Ronaldo í brotsteigunum. Portugisiski bóltsnillingurin setti sjálvur brotssparkið í netið, og tryggjaði hervið eitt hálvfinalupláss til Manchester United.
Chelsea var á vitjan hjá Tottenham, og meistarinir megnaðu at steðga tí vælleikandi Tottenham-liðnum. Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men tá ið ein tími var leiktur, legði ukreinski Andriy Shevchenko teir bláu á odda. Fimm minuttir seinni økti Shaun Wright-Phillips til 2-0. Bæði Chelsea málini vóru framúrskarandi. Írski Robbie Keane fekk pyntað um úrslitið tíggju minuttir fyri leiklok, tá Tottenham fingu eitt heldur ivasamt brotstpark. Ricardo Carvalho tacklaði Berbatov, ið var á veg móti málinum. Sjónvarpsmyndirnar vístu tó, at Carvalho greitt rakti bóltin, áðrenn Berbatov datt um hann.
2-1 til Chelsea í London-brakinum, og tískil er Chelsea klárt til hálvfinaluna.
Í hálvfinaluni fer Manchester United á vitjan hjá Watford, meðan Blackburn bjóðar Chelsea vælkomið. Hálvfinalurnar verða leiktar 14. og 15. apríl.