United og Ronaldo dríva á

United byrjaðu sum eitt óløgið, og Carlos Tevez átti kanska at lagt teir heimaliðið á odda beinanvegin, tá hesin gjørdist leysur.

 

Tað skuldu tó bert ganga 9 minuttir, áðrenn hol kom á hjá heimaliðnum, og ja, aftur hesaferð var tað Cristiano Ronaldo, ið hevði síðsta fótin á. Málið hevði við sær, at Ronaldo hevði javnað gamla metið hjá George Best, ið var áljóðandi 32 mál í einum og sama kappingarári. Hetta er sera nógv, tá hugsað verður um at hann er ein vongspælari.

 

Ronaldo steðgaði tó ikki her. Hann vildi opinbart gera tað betur enn Best, og eftir 19 minuttir fekk hann sítt ynski uppfylt. Hann bombarderaði eitt fríspark í netið, og er nú á 33 málum í inniverandi kappingarári.

 

Á White Hart Lane spældu Tottenham og Chelsea, somuleiðis útsettan dyst, og har skuldi vísa seg at verða ein sonn málveitsla. Heili átta mál vórðu skotin, og vóru tey javnt deild millum liðini.

 

Didier Drogba skoraði fyri gestirnar eftir 3 minuttir, men 9 minuttir seinni skoraði Jonathan Woodgate fyri heimaliðið. Gestirnar tóku tó skjótt føringina aftur, og eftir 20 minuttum høvdu teir 2-1 leiðslu takkað verið Michael Essien. 2-1 var eisini hálvleiksstøðan.

 

Næsti hálvleikur var bert sjey minuttir gamal, tá gestirnar aftur skoraðu, og Joe Cole, ið eisini skoraði í 80. minutti, vildi blanda seg uppí. Tottenham fall tó ikki í fátt. og við málum frá Dimitar Berbatov(61) og Tom Huddlestone(75) javnaðu teir til 3-3, og so aftur til 4-4, tá Robbie Keane(88) javnaði eftir næsta málið hjá Joe Cole.