Fótbóltur
Tað mundi koma ógvuliga væl við hjá Sir Alex Ferguson, tá menn hansara tryggjaðu felagnum enn eitt steyp. Ferguson hevði undan dystinum sagt, at um hann ikki megnaði at føra í øllum førum eitt steyp til Old Trafford í ár, var framtíð hansara sum venjari felagsins í vanda.
Og dreingir Fergusons gjørdu eftir boðum meistarans. At kalla eingin slingur var í valsinum, tá United-liðið vann heili 4-0 á uppflytarunum úr Wigan.
Wayne Rooney legði United framum eftir hálvum tíma. Hann fekk bóltin heldur heppið við sær, tá tveir verjuleikarar fóru eftir bóltinum, og hann sendi framvið málverjanum til 1-0, sum eisini var støðan í steðginum.
Beint eftir steðgin hevði Wigan eina góða roynd, tá Henri Camara gjørdist leysur úr spískum, men Van der Sar bjargaði. Eftir hetta setti United seg á dystin og við trimum málum innanfyri seks minuttir avgjørdu teir reyðu úr Manchester dystin.
Fyrst skoraði Louis Saha til 2-0, síðani økti Christiano Ronaldo til 3-0 og at enda slerdi Wayne Rooney sigurin fastan við málinum til 4-0.