United tennissiffur móti Magpies

Eitt hattrick frá Cristiano Ronaldo vóru bensin á bálið fyri kroysta Newcastle-liðið, sum tó hevur vónir um at fáa Harry Redknapp at bjarga sær Um Newcastle hevði trú upp á eina positiva reaktión eftir at managarin Sam Allardyce fekk sekkin, so gjørdust teir vónbrotnir, tá teir vitjaðu á Old Trafforde seint seinnapartin leygardagin.

Manchester United nýttist bert ein hálvleik at skora seks ferðir, meðan Newcastle als ikki megnaði at skora eittans mál upp á tveir.

Hart trýstir megnaði Newcastle at halda heimaliðnum »frá fatinum«, men í seinna hálvleiki kom hol á, tá Ronaldo setti eitt fríspark í netið. Og so var tann dysturin liðugur.

Ronaldo skoraði tríggjar ferðir, Tevez tvær ferðir og Rio Ferdinand einaferð. Tó skal viðmerkjast, at málið hjá Tevez í yvirtíðini var ivasamt, og sjónvarpsmyndirnar sýndu ongatíð greitt, um bólturin var innanfyri ella ikki.

Líkamikið, so yvirtekur Manchester United fyrsta plássið frá Arsenal aftur.

Annars vil The Sun verða við, at Harry Redknapp verður nýggjur Newcastle-venjari, og at hann fer at taka Jermaine Dofoe, Sol Campbell og Chimbonda við sær norður til Newcastle.