United vann á Anfield

Manchester United hevði hepnið við sær, tá teir vunnu 1-0 á Anfield Road ímóti Liverpool leygardagin. Við sigrinum halda teir fast í oddasessinum, har munurin enn er níggju stig niður til Chelsea, sum tó hevur leikt ein dyst færri

Lagt var upp til satt brak í oddinum í ensku Premier League, tá Liverpool á triðja plássið tók ímóti oddaliðnum, Manchester United. Dystirnir ímillum hesi bæði liðini eru blivnir sannir klassikarar, og dysturin leygardagin livdi fult upp til heitið sum klassikari. Spælið var ikki altíð av tí besta, men dramatikkurin manglaði ikki.
Ofta verður sagt um fótbólt, at hepni fylgir oddaliðunum, og leygardagin vísti Manchester United eisini á Anfield, at okkurt er um prátið. Liverpool hevði at kalla alt spælið stóran part av dystinum, men í yvirtíðini tryggjaði United sær sigurin.

Lítið bit í
Liverpool var liðið, sum fekk betru byrjanina uppá dystin. Teir royndu at leggja trýst á United, og hetta visti seg partvís at rigga. Heimaliðið kom tó ikki fram til teir heilt stóru møguleikarnar fyrstu løtuna, og í staðin fekk United-leikarin, Cristiano Ronaldo, fyrsta møguleikan, tá Henrik Larsson hegnisliga spældi hann leysan uttanfyri brotsteigin. Ronaldo skeyt tó omanfyri, og so var tann vandin farin.
Sjálvt um Liverpool hevði yvirvág í spæli og møguleikum, so høvdu teir ongan stóran møguleika í fyrra hálvleiki, og tættast við var Riise, tá hann sendi eitt fríspark beint fram við málinum hjá United.
Fyrri hálvleikur var ikki serliga áhugaverdur, og sjálvt um Liverpool helst var betra liðið, so skaptu teir ikki nógvar møguleikar.

Dramtikkur síðstu løtuna
Hevði lít bit verið í liðunum undan steðginum, so var heilt øðrvísi í seinna hálvleiki. Nú setti Liverpool seg á dystin, og frá fyrsta bríkslið løgdu teir eitt stórt trýst á verjuna hjá United. Tað gingu bert fýra minuttir, so fekk Liverpool hornaspark í høgra síðu. Gerrard sendi bóltin til Riise, sum fluktaði ímóti málinum. Áræka fimm meturin stóð Bellamy fríur. Hann legði bóltin, sneiddi sær á, og sendi bóltin í málið, og so vóru nógv sum hildu, at Liverpool var á odda. Málið bleiv tó heldur ivasamt kolldømt fyri rangstøðu, so enn stóð á jøvnum 0-0.
Eftir hetta bleiv Liverpool við at trýsta, og teir komu eisini fram til ávísar møguleikar, sum tó ikki vóru nakað við sær. Móti endanum av dystinum kom tó rættur dramatikkur í. Poul Scholes bleiv rikin av vølli, tá hann royndi at sláa Xabi Alonso, og so gjørdi Liverpool eina síðstu roynd at fáa avgerandi málið. Crouch var nær við at fáa mál stutt undan leikloki, men van der Saar stórbjargaði royndini frá Crouch.
Sum so mangan fyrr endaði tað tó við, at oddaliðið fór avstað við øllum. Í yvirtíðini fekk United fríspark í vinstru síðu. Ronaldo skeyt ímóti málinum, har bólturin bleiv leysur inni í málteiginum. Innskifti John O’Shea var fyrstur á honum, og so vann United óuppiborið dystin 1-0. Enn einaferð høvdu teir hepnið við sær í sínum royndum at vinna enska meistaraheitið, og hesin dysturin var eitt typiskt dømi um, at hepnið fylgir oddaliðunum.