Eitt reytt kort til Manchetser City, Paul Scholes aftur í Manchester United og fimm mál. Tað var hvat dysturin millum Manchester City og Manchester United í triðja umfari av FA Cup hevði at bjóða upp á leygardagin.
Dysturin var ikki eitt korter gamal, tá Wayne Rooney hevði lagt Manchester United á odda og Vincent Kompany fingið beinleiðis reytt kort. Málið hjá Wayne Rooney var eitt av teimum flottu, tá hann stútaði eitt Valencia innlegg í tvørstongina og inn.
Minuttir seinni fekk Manchester City miðverjin og liðskiparin, Vicent Kompany, beinleiðis reytt kort fyri eina takkling móti Nani. Reyða kortið tóktist ikki nerva heimaliðið so nógv fyrstu løtuna, men tá ein hálvur tímin var leiktur økti Danny Welbeck til 2-0. Tá so Wayne Rooney økti til 3-0 upp á brotsspark fimm minuttir fyri hálvleik mundu Manchester United vóna at teir megnaðu at heva 6-1 tapinum fyrr í hesum kappingarárinum.
Roberto Mancini gjørdi tvær verjukendar útskiftingar í hálvleikinum og tað riggaði. Seinni hálvleikur var bara tríggjar minuttir gamal, tá Alexandar Kolarov minkaði um munin við beinleiðis frísparki. Tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik kom av álvara spenningur í, tá Sergio Aguero var fyrstur á ein retur, sum danin í Manchester United málinum, Anders Lindegaard, helst skuldi havt hildið.
Manchester City var um reppið at javna í evstu løtu, tá Anders Lindegaard ikki megnaði at halda einum frísparki frá Alexandar Kolarov. Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð vísti bæði viðhaldsfólk hjá Manchester United og Manchester City sína virðing fyri avrikunum hjá sínum monnum.
Um vikuskiftið gjørdist greitt, at 37-ára gamli Paul Scholes verður ein partur av hópinum hjá Manchester United komandi kappingarár. Hann kom á vøllin tá ein hálvur tími var eftir.
Lutakastið til 1/16-finalurnar:
Brighton/Wrexham - Newcastle
Sunderland - Middlesbrough
Dagenham & Redbridge - Southampton
Hull - Crawley
MK Dons/QPR - Chelsea
West Bromwich - Norwich
Blackpool - Sheffield Wed.
Arsenal/Leeds - Aston Villa
Stevenage - Notts County
Watford - Tottenham
Liverpool - Manchester Utd.
Derby - Stoke
Everton - Fulham
Macclesfield/Bolton - Swansea
Sheffield Utd. - Birmingham/Wolves