Watford hevur havt eitt hart kappingarár, har teir liggja á aftasta plássi í Premier League. Hinvegin hava teir klárað seg væl í FA Cup, men í dag vóru teir uttan møguleika, tá ið teir í hálvfinaluni møttu Manchester United.
Oddaliðið í Premier League fekk eina dreymabyrjan, tá ið Rooney við einum flottum máli legði teir á odda longu í 6. minutti. Hameur Bouazza fekk spenning í aftur um hálvan fyrr hálvleik, tá ið hann javnaði til 1-1. Tíverri fyri teir gulu úr Watford, skoraði Cristiano Ronaldo til 2-1 longu tveir minuttir seinni.
Í seinna hálvleiki øktu Wayne Rooney og Kieran Richardson um leiðsluna, og til endaliga úrslitið, 4-1.
Harvið hevur Manchester United tryggjað sær pláss í FA Cup-finaluni, sum verður leikt á nýggja Wembley leikvøllinum. Mótstøðuliðið verður funnið í morgin, tá ið Chelsea og Blackburn møtast í hinari hálvfinaluni.