Tað hevur altíð verið roknaður at verða ein sera torførur útidystur í evropeiskum høpi at skula leika ímóti Kiev á Olympisky Leikvøllinum, í Kiev. Hetta kappingarárið hevur Dynamo Kiev eisini verið á stuttari venjingarlegu, áðrenn hvønn dyst í Champions League. Men ígjár buðust ikki nógvar bøtur. Longu tíðliga í dystinum stútaði Rio Ferdinand eitt fríspark frá Ryan Giggs í netið. Wayne Rooney skoraði til 2-0, tá hann fekk eina góða sending frá Wes Brown. Diego Roncon fekk eitt sindur av spenningi í aftur, tá hann skallaði bóltin í netið til 2-1. Men beint áðrenn hálvleik stútaði Cristiano Ronaldo bóltin í netið til 3-1. Í seinni hálvleiki skoraði Ronaldo uppá brotsspark, í 68. minutti, eftir at Dynamo-verjuleikari hevði tikið bóltin við hondini. Áðrenn dystarlok minkaði Ismael Bangura um munin til 2-4, sum gjørdist endaliga úrslitið. Manchester United hava nú 9 stig fyri 3 dystir. Næsti dysturin hjá United í Champions League verður á Old Trafford, og verður hann ímóti júst Dynamo Kiev.