Unn í Norðurlandahúsinum

Bólkurin Gloymska við Grape, har Unn Patursson er sangari, fer at hava konsert í Norðurlandahúsinum sunnudagin

 

Sunnudagin verður Gloymska við Grape í Norðurlandahúsinum.

Talan er um eina konsert við bólkinum, har songkvinnan Unn Patursson stendur á odda.

Gloymska við Grape var heitið á fløguni, sum Unn Patursson lat úr hondum ein av fyrstu døgunum í hesum árinum. Hetta var ein fløga við popptónleiki, sum tó eisini fer sær dælt av tónum og ljóðum, sum verða meira brúkt í øðrum tónleikastílum.

Ein spennandi fløga, har Unn Patursson gekk undan við einum frálíkum sangavriki gjøgnum alla fløguna.

Á konsertini sunnudagin fer Unn at hava tvær aðrar songkvinnur afturat sær. Tær eru Malan Eyðunsdóttir og Laila Carlsen.


Nýtt og gamalt

Tað verða sangir av útgávuni Gloymska við Grape, sum bólkurin fer at spæla í Norðurlandahúsinum sunnudagin.

Harafturat hevur bólkurin eisini vant gomul og kend løg, sum tey fara at framføra sínar egnu útgávur av.

Tey, sum spæla í bólkinum, eru Unn Patursson (sang), Malan Eyðunsdóttir (kór og sang), Laila Carlsen (kór og sang), Finnur Hansen (ljómborð og kór), Herluf Lützen (gittar og kór), Rógvi á Rógvu (trummur), Brandur Jacobsen (slagverk og trummur) og Bjarki Meitel (bass og slagverk).

Konsertin verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin klokkan 16.00, og atgongumerki fáast í forsølu í Norðurlandahúsinum og í Kunningarstovuni í Havn.