Tað er framvegis nógvur vindur kring landið og sambært DMI verður tað verri gjøgnum dagin og ringast í kvøld.
Landsverk ávarar framvegis um ring koyrilíkindi kring landið. Sambært yvirlitinum sær soleiðis úr júst nú:
Gøtueiði - 11:18 Stívt andøvsgul, Í hvirlunum upp til 26 m/s.
Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - 10:58 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 36 m/s.
Høgareyn - 11:18 Skrið, Í hvirlunum upp til 35 m/s.
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 11:18 Skrið, Í hvirlunum upp til 34 m/s.
Kaldbaksbotnur - 11:18 Stívt andøvsgul, Í hvirlunum upp til 29 m/s.
Ørðaskarð, Fámjinsvegurin, - 11:14 Stormur, Í hvirlunum upp til 32 m/s.
Porkerishálsur - 11:18 Skrið, Í hvirlunum upp til 29 m/s.
Veðrið ávirkar eisini Strandfaraskip Landsins, tí fyrst var siglingin til Skúvoyar avlýst fyri dagin, og nú skrivar heimasíðan hjá Strandferðsluni, at eingin bussur koyrir millum Fámjin og Tvøroyri fyribils.
Flogferðslan er tó ikki ávirkað av veðrinum í dag, tí tvey flogfør eru farin, meðan eitt er lent í morgun.