Upp á hangandi hár at Havaldan sakk

Tað var um reppið, at deksbáturin Havaldan sakk í Havn í morgun

 

Tað eydnaðist sløkkiliðnum í Havn at bjarga 103 ára gamla deksbátinum Havalduni, sum var farin at leka í nátt.

Báturin lá við flotbrúnna úti í Bakka í Havn, tá boðað varð frá, at báturin var um at søkka.

Sløkkiliðið kom á staðið við pumpum – og tað var í evstu løtu, tí báturin hevði nógva slagsíðu, og lastalúkan var um at fara undir. Báturin var tá rættiliga fullur í vatnið, men fór lastalúkan undir, so sakk báturin.

Magnus Hansen, arkitektur í Havn, sum er ein av eigarunum, var á staðnum. Hann greiðir frá, at tyktist var í lagi í gjár, og hann dugir ikki at siga, hvat er á vási.

Báturin er nýliga keyptur av Eiði, og hann hevur framvegis navnið Havaldan FD 468.

 

##med2##

Talan er um bát, sum Laurits í Mortansstovu bygdi til Søren Müller í Havn í 1919. Magnus Hansen hevur skilt, at hann var bygdur sum sleipibátur til deyðssiglarar. Søren Müller hevði fleiri sluppir.

Báturin æt tá Margrethe eftir dóttir Søren Müller.

Seinni er báturin seldur inn á Skálafjørðin, og er longdur í 1944, sigur Magnus Hansen.

 

##med3##

Seinastu 30-40 árini hevur báturin verið brúktur til útróður.

Endamálið hjá nýggju eigarunum í Havn er at varðveita bátin. Tann ætlanin fekk so skot fyri bógvin í morgun, men ikki er vist, at skaðin er so stórur kortini – í øllum førum var hann í evstu løtu bjargaður frá at søkka.

 

##med4##

 

##med5##