Fiskamarknaður
Tann 18. oktober fer ein eykaaðalfundur í Fiskamarknaði Føroya at taka støðu til eitt "konsept" við eini nýggjari uppboðssølu, har Fiskamarknaður Føroya (FMF) eigur annan helmingin av partapeninginum og Ráfiskaseljarafelagið hin.
Ráfiskakeyparar eiga frammanundan lut í FMF og verða soleiðis framhaldandi partur í ætlanini.
Samstundis, sum nýggj uppboðssøla verður skipað í nýggjum felag, fer Fiskamarknaður Føroya at reka verandi virksemi á Toftum sum landingarmiðstøð.
Allir partar umboðaðir
Ætlanin var, at trý feløg skuldu vera um nýggju uppboðssøluna, har FMF skuldi eiga 50%, Ráfiskakeyparafelagið 25% og Ráfiskaseljarafelagið 25%. Semja var ikki um hesa ætlan, tí Ráfiskaseljarafelagið í seinasta tíma kundi ikki taka undir við henni. Nú verða so kortini allir partar umboðaðir, men bara undir einari aðrari skipan.
Um eykaaðalfundurin hjá FMF samtykkir nýggju æltanina á eykaaðalfundi, 18. oktober, fer Fiskamarknaður Føroya, har ráfiskakeyparar eisini eru við, at eiga 50% og Ráfiskaseljarafelagið 50%.
Spurdur, nær nýggja felagið verður stovnað og fer undir virksemi sítt, sigur Óli Jacobsen, nevndarformaður í Fiskamarknaði Føroya, sigur, at tað veit hann ikki í løtuni, men hann væntar, at tað verður skjótt.
- Nú er so nógv tosað um hetta málið, at tað má verða heilt skjótt, sigur hann.
Byrja av nýggjum
Vit spurdu eisini Óla, hvat tað kemur at merkja í praksis, at eitt nýtt felag við fleiri eigarum kemur at reka uppboðssøluna:
- Tað er ilt at siga, men við hesi nýggju skipan koma allir partar, sum eru knýttir at fiskivinnuni, at eiga uppboðssøluna.
Fiskimenn eiga sum er í uppboðssøluni umvegis Føroya Fiskimannafelag, og arbeiðsfólk eiga eisini í partafelagnum umvegis arbeiðsmannafelagið á Toftum. Umvegis fiskavirkini eiga ráfiskakeyparar í felagnum, og nú koma so ráfiskaseljararnir eisini við uppí felagið.
- Nýggja uppboðssølan verður eitt nýtt blað, har vit saman fara at seta út í kortið av nýggjum. Tað gamla verður burtur, og vit hava eitt nýtt høvi at byrja av nýggjum.
Óli Jacobsen heldur, at alt og øll kunnu gerast betur, og soleiðis eisini við verandi uppboðssølu.
- Jú, eg haldi, at vit saman kunnu náa einum betri úrsliti til gagns fyri allar partar, tá ið fleiri progressivar kreftir eru við. Alt, sum kann tæna sakini, verður við í tí nýggja felagnum, sigur hann.
John Nielsen, sum er stjóri á Fiskamarknaði Føroya, hevur sagt seg úr starvi, og nýggjur stjóri verður settur til nýggju uppboðssøluna.
Í løtuni virkar Oskar Joensen sum stjóri í felagnum.