Týsdagin verður uppskot til løgtinglóg nr. 21 um uppboðssølu løgd fram.
Uppskotið er óbroytt í mun til uppskotið, ið bleiv samtykt fyri 2016.
Tí biður landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, um heimild at selja á uppboðssølu:
9000 tons av makreli
4000 tons av norðhavssild
20000 tons av svartkjafti
3000 tons av botnfiski
Metingin sigur, at inntøkur landsskassans av uppboðssølu og gjøldum í 2017 verður at liggja millum 170-180 mió. Tað talið er m.a. mett útfrá royndunum, ið samgongan gjørdi sær av uppboðssøluni í 2016.
Uppskotið kann síggjast her