Uppboðssølan fær alsamt størri og størri undirtøku
Tann seinasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya vísir, at fyrsta ársfjórðing í ár varð væl meiri enn helvtin av øllum tí, sum føroysk skip avreiddu í Føroyum, selt um uppboðssølu.
Teir fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár avreiddu føroysk skip tilsamans 22.730 tons til føroyskar fiskakeyparar.
Og av teimum blivu heili 13.401 tons seld um uppboðssøluna.
Tað eru 59% av øllum avreiðingunum hjá føroyskum skipum til føroyskar fiskakeyparar.
Men hetta gevur samstundis uppboðssøluni eina framgongd uppá heili 62% fyrsta ársfjórðing í ár, afturímóti fyrsta ársfjórðingi í fjør.
Fyrsta ársfjórðing í fjør avreiddu føroysk skip 20.660 tons til føroyskar fiskakeyparar.
Av teimum vórðu 8.255 seld um uppboðssøluna.
Tað eru sløk 40%.
Tølini vísa, at uppboðssølan hevur havt støðuga framgongd síðani hon varð sett á stovn í 1991- og fekk sjey tons at selja.
Í 1993 avreiddu føroysk skip 65.326 tons í Føroyum og av teimum blivu 4.870 tons seld um uppboðssølu
Tað eru ikki meiri enn 7,5%.
Men síðani hevur framgongdin verið stór, hóast stígur kom í í 1996.
Í 1995 avreiddu føroysk skip 77.422 tons í Føroyum og av teimum blivu 34.719 seld á uppboðssølu.
Tað eru 44,8%
Í 1996 avreiddu føroysk skip 88.337 tons í Føroyum og av teimum vórðu 33.866 seld um uppboðssølu. Tað eru 38,3%.
Í 1997 vreiddu føroysk skip 99.658 í Føroyum og av teimum vórðu 40.681 tons seld um uppboðssølu. Tað eru 40,8%.
Suðuroyggin nr. tvey
Líka vist sum tað er, at nógv mesti fiskurin nú verður seldur á uppboðssølu, líka vist er tað, at av tí, sum føroysk skip avreitt í Føroyum, verður næstmest avreitt í Suðuroynni.
Fyrsta ársfjórðing í ár avreiddu føroysk skip 3.043 tons í Suðuroy. Tað er ein vøkstur uppá heili 57% afturímóti fyrsta ársfjórðingi í fjør, tá ið tey avreiddu 1.819 tons í Suðuroynni.
Annars hevur bakkastið í Suðuroynni verið stórt. Suðuroyingar mistu næstan helvtina av fiskinum í árunum 1991-1997.
Í 1991 avreiddu føroysk skip 18.552 tons í Suðuroy av teimum 100.353 tonsunum, sum tey avreiddu í Føroyum í alt. Men í 1997 var talan bara um 10.079 tons av teimum 99.658 tonsunum, tey avreiddu.
Tað vil siga, at í 1991 vórðu 18,5% av tí, sum føroysk skip avreiddu í Føroyum, avreitt í Suðuroy
Í 1997 varð talið komið heilt niður á 10,1%
Men fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár er tað so komið uppaftur á 13,4%.
Fyrsta ársfjórðing í fjør vórðu ikki meiri enn 8% avreitt í Suðuroy
Vert er eisini at leggja til merkis, at í Sandoynni hevur stór framgond síðani Sandoy Seafood læt upp.
Fyrsta ársfjórðing í fjør avreiddu føroysk skip bara 215 tons í Sandoy. Fyrsta ársfjórðing í ár avreiddu tey 1.131 tons. Tað er ein framgongd uppá ikki minni enn 428%.
Framgongdin í Sandoy, Suðuroy og hjá uppboðssøluni er fyri ein stóran part ?stolin³ frá Norðoyggum og megineysturoy, sum er øll Eysturoygin uttan Eiði, Gjógv, Funningur og bygdirnar í Sundalagnum frá Oyri og norðureftir.
Í Norðoyggjum er talan um eina afturgongd uppá heili 55% fyrsta ársfjórðing í ár, afturímóti fyrsta ársfjórðingi í fjør. Í Megineysturoy var afturgongdin 62%.
Men spurningurin er so, hvussu nógv av tí, sum er avreitt á uppboðssøluni, endar aftur á hesum plássum.