Tað er nú nakað síðani, at kappingin í fjórðu deild kom at enda. Sum vit áður hava skrivað, so eydnaðist tað MB longu í fyrstu royndini at toga seg aftur móti hægru deildunum, tá teir vunnu tryggan sigur á HB í finaludystinum. Og tað er einki at ivast í, at hetta eisini var nakað, sum fekk sína rúmd, tá stórsligin 100-ára føðingardagsveitsla varð hildin seinasta vikuskifti.
Teir, sum mannaðu liðið í hesum kappingarárinum síggjast á myndini, og eru hesir standandi: Magnus Pauli Joensen Áki Hølck Hansen, Jóhan á Mýrini, Poul Kjartan Helmer Thomsen, Eyðfinn Fjallsbak, Regin Fjallsbak, Jóannes Egholm, Rúni Olsen, Rodmund Rasmussen, Remi Johansen, Birgir Jørgensen, Poul Heri Selfoss, Jóhannes Ellefsen (hjálparvenjari) og Árni Hansen. Húkandi eru tað: Regin Jørgensen, Jack Johansen, John Johansen (venjari), Jógvan Joensen, Niels Juul Eiriksson, Jóhan Hendrik Ellefsen, Hans Bogi Ellefsen og Ingi Wiberg Joensen.