Uppgávurnar verða ikki rættaðar

Vandi er fyri, at høvuðsuppgávurnar hjá teimum, sum ganga í 2. HF í Hoydølum, ikki verða rættaðar, tí felagið hjá lærarunum noktar limum sínum at rætta uppgávurnar. Orsøkin er ein ávaring, sum Mentamálaráðið í heyst gav 12 av limunum í felagnum.

Sáttmálin millum Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og Fíggjarmálaráðið gekk út tann 1. oktobur í fjør, og samráðingarnar millum partarnar slitnaðu dagin fyri. Nakrar dagar seinni lýsti felagið arbeiðssteðg í tveimum flokkum við fleiri enn 24 næmingum. Hetta hevði við sær, at 12 lærarar í Hoydølum løgdu arbeiðið niður í tilsamans 90 minnuttir hvør hesar dagarnar, skrivar Yrkisfelagið í yvirlýsing.

Fingu ávaring
Tríggjar dagar seinni fingu teir 12 lærarar skrivliga ávaring frá rektaranum í Hoydølum fyri arbeiðssteðgin. Sagt varð, at orsøkin til ávaringarnar var, at arbeiðssteðgurin hjá lærarunum var ólógligur.
Hesum er Yrkisfelagið ikki samt í, og felagið kravdi, at ávaringarnar vóru tiknar aftur, tí talan eftir teirra tykki var um ein lógligan arbeiðssteðg. Felagið vísti á, at sáttmálin var gingin út, og samráðingarnar millum partarnar vóru eisini slitnaðar. Tí kravdi Yrkisfelagið, at Mentamálaráðið grundgav fyri, hví arbeiðssteðgurin var ólógligur. Men sambært yvirlýsingini hjá felagnum er eingin ítøkilig grundgeving komin úr Mentamálaráðnum.
Hetta hevur so ført til, at felagið í dag boðar frá, at tað noktar limum sínum at rætta høvuðsuppgávur frá komandi mánadegi at rokna. Eisini verður álagt limum felagsins at niðurleggja arbeiðið í uppgávunevndum, sum viðvíkja skúlanum í Hoydølum.

Nyttar einki við fakfelagsarbeiði
Formaðurin í Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara, Hans Andrias Sølvará, sigur, at arbeiðið, sum felagið nú hevur álagt limum sínum at niðurleggja, ikki hevur nakað við vanliga arbeiðið hjá teimum at gera.
 At rætta ritgerðir hjá næmingum er ikki nakað, sum er álagt okkara limum, og tað hevur tí einki við okkara vanliga arbeiði at gera, sigur hann.
Hans Andrias Sølvará greiðir frá, at felagið ongantíð hevur fingið nakra grundgeving fyri ávaringarnar, hóast spurt hevur verið eftir hesum. Tí metir felagið, at tað nú er neyugt at seta tiltøk í verk, og tað fyrsta av hesum er so at nokta limum felagsins at rætta ritgerðir á skúlanum í Hoydølum.
Formaðurin í Yrkisfelagnum heldur, at um landsstýrið á henda hátt heldur tað verða ólógligt hjá einum fakfelag at lýsa arbeiðssteðg, tá ið sáttmálaloysi er, so er tað eingin meining íat hava nakað, sum eitur fakfelagsarbeiði.
Yrkisfelagið sigur, at avgerðin um at niðurleggja arbeiðið er tikin við støði í, at eingin sáttmáli er galdandi. Avgerðin stendur við fyribils til landsstýrismaðurin hevur tikið ávaringarnar aftur, ið limir felagsins hava fingið. Somuleiðis hevur felagið í yvirlýsingini hjá sær eisini tilskilað sær rætt til at herða tiltøkini, uttan at Hans Andrias Sølvará vil koma nærri inn á, hvat tað merkir.