Upphiting í Miðbýnum

Longu klokkan 15 savnaðust fyrstu fjeppararnir til upphitingina, sum er úrslit av einum felags átaki hjá lokalu fjepparafeløgunum í Føroyum.

- Tað hevur verið tosað um tað fyrr, og nú eru vit bara farnir í holt við tað. Vit hava fingið eina sektión á Tórsvølli, har vit ætlandi skulu bæði trumma og larma, og vit vóna veruliga, at hetta kann vera við til at stuðla landsliðnum, sigur Dan Brimsvík, sum er ein av stigtakarunum.