Uppiborin sigur: EB/Streymur misnýtti trý brotsspørk

Alex José dos Santos, Gert Hansen og Arnbjørn T. Hansen royndu seg úr ellivu metrum í fyrra hálvleiki, men eingin tók av upplagda málmøguleikanum. Marcin Dawid vardi fyri tvær ferðir, og Gert Hansen sendi framvið málinum.

 

Tað er helst eindømi í føroyskari fótbóltssøgu, at eitt lið hevur misnýtt trý brotsspørk eftir 45 minuttir. Tað hendi, tá EB/Streymur - hóast misnýttu brotsspørkini - vann uppiborið á HB við Margáir. Úrslitið var 3-1.

 

Fróði Benjaminsen sendi havnarmenninir á sigurskós beinanvegin. Hans á Lag fór um koll í brotsteiginum, og landsliðsleikarin var sera tryggur, tá hann skeyt brotssparkið.

 

Pauli G. Hansen fekk brádliga javnvág í, tá hann – púra óvæntað – smekkaði til.

 

Arnbjørn T. Hansen legði sundalagsmenn á odda, tá seinna umfarið var fáar minuttir gamalt. Framherjin stýrdi einum innleggi móti málinum. Tað var lítið ferð á bóltinum, men Marcin Dawid, sum tóktist hava tamarhald á støðuni, kláraði onkursvegna ikki at verja fyri skotroyndini - málverjin hevði rætt og slætt fulla ábyrgd av málinum.

 

Arnbjørn T. Hansen økti um leiðsluna miðskeiðis í seinna hálvleiki.. Framherjin hevði ríkiligt av plássi í brotsteiginum, tá hann setti fótin undir bóltin og stýrdi hann í málið. Lætt og einfalt.

 

EB/Streymur var greitt omaná og hevði fleiri upplagdar møguleikar. HB royndi at hóra undan sum frægast.

 

Verandi føroyameistararnir eru nú í niðurflytingarvanda. 07 Vestur er nummar 9 við 11 stigum. Vágamenn fáa vitjan av NSÍ í morgin. HB hevur 14 stig.

 

EB/Streymur – HB 3-1 (1-1)

Dómari: Rúni Gaardbo

0-1: Fróði Benjaminsen

1-1: Pauli G. Hansen

2-1: Arnbjørn Hansen

3-1: Arnbjørn Hansen

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex José dos Santos – Pauli G. Hansen, Sorin Anghel – Leif Niclasen, Pætur Dam Jacobsen, Hans Pauli Samuelsen – Arnbjørn T. Hansen

HB: Marcin Dawid – Pætur T. Jørgensen, Rógvi Holm, Hans á Lag, Pál Joensen – Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen – Jón Krosslá Poulsen, Kristin R. Mouritsen, Símun Samuelsen – Andrew av Fløtum

 

 

 

ÍF vann 4-1 á B71 í Traðardali í kvøld. Dánjal á Lakjuni, Bogi Løkin, sum skeyt tvey, og Fritleif í Lambanum skutu málini fyri fuglfirðingar. Mohammed Tijani stóð fyri málinum hjá sandoyingum.