Føroya Bjór í Klaksvík legði væl upp fyri áðrenn verkfallið byrjaði. Allar goymslurnar kring landið vórðu fyltar, og gongur sølan, sum hon plagar, hava allar goymslurnar nóg mikið til eftir páskir. Gongur sølan óvanliga væl í Havn sum tekin eru um, fer at vanta í. Sandingar og vágafólk eru ikki so væl fyri, tí har eru ongar goymslur. Alt verður selt ígjøgnum Rúsdrekkasøluna, og hon er sum kunnugt stongd.
Tað, sum verri er, er, at ongar tómar fløskur eru eftir á bryggjarínum at tappa tað bryggjaða í.
- Vit høvdu roknað við at hava nóg mikið av fløskum at tappa í hesa vikuna, men vit klára bara í dag afturat. Páskabryggj er við at verða útselt longu av tí, at fólk hava keypt væl meiri enn vit høvdu roknað við, nú einki brennivín hevur verið at fingið, sigur Einar Waag, stjóri.
- Sjálv framleiðslan er ikki tarnað fyrr enn nú. Vit bryggja nakrar dagar afturat, til tangarnir eru fullir, so bíða vit til verkfallið er liðugt at tappa á fløskur. Goymslan av øli og sodavatni annars er stór, men tað nyttar lítið, tá ið vit ikki fáa flutt út á meginlandið.
Væl selt
Stjórin á Føroya Bjór vil ikki út við, hvussu væl meiri av øli er selt, nú Rúsdrekkasølan er afturlatin, men bara, at tey hava selt meir enn vanligt og meir enn roknað varð við. Um tað kemur uppá tal at flyta øl og sodavatn við skipi úr Klaksvík til goymslurnar um landið um verkfallið dregur út, veit hann ikki.
- Vit hava ikki kannað møguleikan. Tað er trupult, og vit rokna við at verða blokerað um vit høvdu roynt.
Fara sjálv eftir øli
Mánanáttina var innbrot á Føroya Bjór í Havnardali. Tjóvarnir ella tjóvurin tveittu ein stein inn ígjøgnum eitt stórt vindeyga og fór av stað við tíggju kassum av øli. Tjóvaríalarmurin virkaði ikki.