23 ára gamla Laila Christiansdóttir Mathisen heldur, at hóast tað eru skjótt tíggju ár síðani, at tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV varð sett í gildi í Føroyum, so verður tað framvegis upplýst alt ov lítið um, hví tað er so umráðandi at verða koppsettur.
- Boðskapurin er ikki nóg greiður. Tað átti at verið greitt nógv betur frá, hví ein skal verða koppsettur, og hvør avleiðingin kann verða, um ein ikki ger tað, sigur Laila, sum ikki sjálv varð koppsett, tá hon fekk tilboðið, og sum hevur drigist við kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum í nógv ár.
Tá Laila fekk í boði at verða koppsett, var nógv kjak í fjølmiðlunum um møgulig vandamikil hjáárin av koppsetingini, og avleiðingin varð, at Laila ongantíð varð koppsett. Hon sigur seg eisini vita um nógvar aðrar gentur, sum heldur ikki vórðu koppsettar tá.
Tá Laila so nakað seinni fekk staðfest, at hon varð smittað við HVP-virusi, var tað ein øgiligur hvøkkur. Seinastu árini hevur hon havt so ógvisligar kyknubroytingar, at hon hevur gingið til kanningar fleiri ferðir um árið, og hvørja ferð hevur hon stúrt fyri svarinum og verið bangin fyri, at nú hevði hon fingið krabbamein. Óttin og stúranin vóru orsøkin til, at Laila tók av, tá hon í síðsta mánaði fekk í boði at fara undir strýtuskurð, har niðasti parturin av lívmóðurhálsinum varð skorin burtur.
Laila heldur eisini, at tað verður ov lítið gjørt burtur úr at greiða frá, at tað er ongin orsøk til at stúra fyri vandamiklum hjáárinum av koppsetingini.
- Tað verður ikki upplýst nógv væl, at koppsetingin er trygg, sigur Laila, sum vísir á, at tey flestu tosa framvegis bara um hjáárin.
- Tað eru alt ov fáar gentur og ungar kvinnur, sum verða koppsettar, tí tær eru bangnar fyri hjáárinum. Men eg eri sannførd um, at læknarnir sproyta hetta ikki í okkum, uttan at tað er fyri at verja okkum. Eg eri tíverri ein av teimum óhepnu, sum ikki fekk sproytuna, sigur Laila, sum tí mælir øllum til at verða koppsetttar, áðrenn tær verða smittaðar við HPV.
Laila heldur, at tað eru alt ov fá sum trína fram og tosa um HPV í Føroyum. Tað hoyrist eisini alt ov lítið til allar tær, sum verða koppsettar, og sum als eingi hjáárin hava havt av koppsetingini.
- Tað frættist bara um neilig árin av koppsetingini. So byrjar onkur at ivast, og so breiðir tað seg bara. Tað er eitt evni, sum tað verður tosað alt ov lítið um, og sum tað eru alt ov nógv, sum vita øgiliga lítið um, heldur Laila, sum hevur valt at stíga fram, fyri at aðrar ikki skulu koma í somu støðu sum hon.