Uppreistur í Labour-flokkinum

Tingbólkurin samtykt misálit á Corbyn

Eingin endi tykist at vera á ruðuleikanum í bretskum politikki í kjalarvørrinum av, at bretskir veljarar í síðstu viku atkvøddu fyri, at Bretland skal taka seg úr ES.


Avgerðin hevur longu ført við sær, at David Cameron, forsætisráðharri og leiðari fyri Konservativa flokkin, hevur boðað frá, at hann leggur frá sær í heyst, men eisini í andstøðuflokkinum hevur fólkaatkvøðan ført til trupulleikar.


Jeremy Corbyn, formaður fyri Labour-flokkin, hevur verið fyri nógvum atfinningum síðani fólkaatkvøðuna, tí mett hevur verið, at hann ikki rak nóg nógv fyri Ja-síðuna. Sunnudagin byrjaði so ein uppreistur, har fleiri av hansara nærmastu stuðlum, antin vórðu koyrd frá ella søgdu seg úr álitisstørvum í tingbólkinum, og á tingbólkafundi í dag gjørdist endaliga greitt, at nærum einki tingfólk hevur álit á leiðaranum longur.


Á fundinum skuldi tingfólkini taka støðu til eitt misálit á formannin, og tá avtornaði høvdu 172 atkvøtt fyri misálitinum, 40 móti, meðan fýra greiddu ikki atkvøðu.


Tað er tó tann vanligi limurin í Labour flokkinum, ið velur formanninum, og Jeremy Corbyn hevur gjørt púra greitt, at hann hevur als ongar ætlanir um at leggja frá sær, tí hann er demokratiskt valdur av limunum í flokkinum. Tvørturímóti leggur hann dent á, at hann hevur allar ætlanir um at stilla upp aftur næstu ferð formansval er í flokkinum.


- Eg eri ein demokratiskt valdur floksleiðari, og 60 prosent av limunum í Labour stuðla mær. Eg ætli mær ikki at svíkja hesi. Hendan atkvøðugreiðslan hevur onga heimild. Vit eru ein demokratiskur flokkur við eini greiðari skipan. Okkara fólk hava tørv á limum hjá Labour, fakfeløgum og tinglimum at standa saman um mína leiðslu í hesi týdningarmiklu tíð hjá okkara tjóð, segði Jeremy Corbyn eftir atkvøðugreiðsluna.