Uppsjóvarflotin klárar seg rímiliga væl

- Sæð undir einum er uppsjóvarflotin ikki nóg væl konsolideraður, og gjaldførið kundi verið væl betri. Tó eru tað skip í bólkinum, sum eru væl fyri

Grannskoðarafyritøkan Nota hevur nú gjørt sína árligu roknskapargreining yvir gongdina hjá fiskiskipaflotanum fyri 2011. Hetta er eitt arbeiði, sum felagið hevur gjørt heilt aftur til 1996, tá byrjað varð at greina gongdina í fiskiskipavinnuni.
Neyva hagtalsgrundarlagið, sum felagið eigur yvir gongdina í fiskiskipaflotanum hesi árini, er tí vorðið rættiliga stórt og virðismikið.
Greiningin byggir í fyrsta lagi á roknskapartøl hjá ymisku feløgunum, sum eiga og reka skipini - og á tøl, sum felagið hevur fingið frá Føroya Fiskimannafelag.

Ymiskt gongd
Afturvendandi í fleiri ár hevur verið, at botnfiskaflotin undir Føroyum - lemmatrolarar, partrolarar, línuskip og garnaskip - liggja heldur tungt í sjónum fíggjarliga, meðan gongdin hjá uppsjóvarflotanum og verksmiðjuflotanum er á líkinda leið.
Um uppsjóvarflotan sigur greiningin, at hesi skip hava klárað seg rímiliga væl í nøkur ár, og árið í fjør var eitt gott ár.
- Sæð undir einum er uppsjóvarflotin kortini ikki nóg væl konsolideraður, eins og gjaldførið kundi verið væl betri. Tó eru tað skip í bólkinum, sum eru væl fyri.

Lakari veiðivirði
Nota sigur, at gongdin hjá uppsjóvarflotanum higartil í 2012 hevur víst, at veiðivirðið er heldur lakari, samstundis sum oljuútreiðslurnar eru øktar.
- Tí kann roknast við, at úrslitið í 2012 hjá uppsjóvarflotanum verður heldur lakari enn í 2011, sigur Nota í sínari roknskapargreining.