Felagið Javni hevur fleiri ferðir víst á manglandi lóggávu fyri verjar til fólk við serligum tørvi. Hetta ætlar Sjálvstýrisfolkkurin nú at gera nakað við. Sambært heimasíðuni hjá Sjálvstýrisflokkinum, fer flokkurin nú leggja nú fram ríkislógartilmæli um at seta í gildi donsku verjulógina í Føroym.
Galdandi verjulóg ásetir, at persónar, ið hava tørv á verja, fyrst mugu ómynduggerast. Hetta heldur flokkurin vera óvirðiligt og hoyrir ikki nútíðini til.
Felagið Javni hevur leingi strongt á fyri at fáa verjulóg samtykta í Føroyum. Eisini hevur Sosialurin, við fleiri greinum, varpað ljós á málið.
Galdandi verjulóg er frá 1922. Eftir hesi lóg mugu tey, ið hava tørv á verja, fyrst ómynduggerast. Tá tað verður gjørt, tekur rættarskipanin yvir, og viðkomandi verður ómynduggjørdur á øllum økjum. Rættarmissurin er so umfatandi, at enntá valrætturin fellur burtur.
Í Danmark er ein nýggj verjulóg samtykt, sum gevur fólki rætt til eina tilveru, har til ber at hava ein verja á teimum økjum, har viðkomandi ikki klárar seg sjálvan. Sum dømi kann nevnast, at um ein persónur ikki hevur møguleikar sjálvur at handfara sína egna pening, so kann viðkomandi fáa ein verja, sum kann hjálpa honum at halda skil á peningaviðurskiftunum.
Størsti vansin við verandi lóg er tann óliðiliga skipan, ið er fyri sálarsjúk og onnur veik; tey kunnu antin ómynduggerast ella lágverjast, men tá bert um tey sjálvi vilja.
Høvuðsfyrimunir við donsku lógini eru:
- at skipaðar kunnu ymisk sløg av verju:
- at verjan kann avmarkast og skipast gjøllari í hvørjum føri;
- at verjutørvandi ikki óneyðuga missa rættindi síni sum borgarar.