Uppskot um sekt upp á 45 milliónir feldu stjóran

Tað upplýsir nevndarformaðurin í Føroya Tele, og tí er stjórin sendur til hús

Tað vóru tvey sektaruppskot í sambandi við mál ímóti kappingarneytunum Nema og Tosa, sum feldu stjóran á Føroya Tele, Jan Ziskasen.

Tað upplýsti nevndarformaðurin í Føroya Tele, Bjarni Arnason, í Kringvarpinum á middegi.

Hann vísti til tvey gomul mál, annað frá 2017 og hitt frá 2018. Í fyrra málinum sendi Kappingareftirlitið niðurstøðuna til Kappingarráðið at taka støðu til, og tók kappingarráðið undir við niðurstøðuna, og Føroya Tele fekk eitt sektaruppskot upp á 18 milliónir krónur. Tað var fyri at hava brotið kappingarlógina yvir fyri Nema.

Hitt málið snýr seg um at bróta kappingarlógina yvir fyri lítla telefonfelagnum Tosa, sum síðani er farið á húsagang. Í tí førinum hevur Føroya Tele fingið eitt sektaruppskot upp á 27 milliónir krónur.

gomul mál frá 2017 og 2018 frá Kappigareftirlitinum. Fyrra málið innstillaði Kappingareftirlitið til kappingarráðið at taka støðu til, og Kappingarráðið tók undir við tilmælinum um eitt sektaruppskot upp á 18 milliónir krónur.

– Vit høvdu dugnaligar løgfrøðingar innan fyri økið, og teir mæltu okkum til at fara víðari, og vit fóru víðari í til Kærustovnin, men fingu ikki viðhald, segði Bjarni Arnason við Kringvarpið. 

Nú kemur seinna málið frá 2017, tað er Tosa, sum hevur verið nógv frammi, og har hevur Kappingareftirlitið gjørt tilmælið til Kappingarráðið, sum Kappingarráðið hevur tikið undir ,og tað verður kunnjgørt í dag ella fyrsta dagin, segði hann. 

Og tað er enn eitt sektaruppskot, sum hesaferð er upp á 27 milliónir krónur.

Tilsamans fær Føroya Tele 45 milliónir krónur í sektaruppskotum. 

Av tí at Føroya Tele hevur fingið hesi mál ímóti sær, fer Føroya Tele at »hyggja inneftir og at hyggja frameftir«, segði nevndarformaðurin við Kringvarpið. Og tað hevur við sær, at Jan Ziskasen ikki partur av samtakinum og er sendur til hús.

Í stjórasáttmálanum við Jan Ziskansen, sum er frá 2015, hevur hann eitt ára uppsagnartíð. Tað merkir, at hann fær løn í eitt ár. 

Nevndarformaðurin visti ikki at siga, hvussu nógva løn stjórin fær í uppsagnartíðini, men vísti til roknskapin, har tað sambært honum sæst. Men tað sæst ikki í ársroknskapinum, tí hann vísir stjóraløn og nevndarlønir saman. Tilsamans fáa nevnd og stjóri 3,2 milliónir krónur í løn. Áður er upplýst, at stjórin hevur fingið 2,3 milliónir krónur í løn um árið – ella 192.000 krónur í løn um mánaðin teir 12 mánaðirnar, uppsagnartíðin er.