Uppskotið hjá landsstýrinum:? Blokkstuðulin niður í helvt og burtur eftir 15 árum

- Tað eru ósannindi, ið eru at hoyra í fjølmiðlunum, at vit vilja hava fleiri pengar. Landsstýrið hevur skotið upp at minka stuðulin niður í helvt beinanvegin, og at allur stuðulin er burtur eftir 15 árum, sigur landsstýri í tíðindaskrivi í dag, ið er aftursvar upp á ákærurnar um, at føroyingar vilja hava fleiri danskar pengar

? Føroya Landsstýrið skjeyt upp, at danski stuðulin skuldi minkast niður í helvt, og at restin av búskaparligu viðurskiftunum skuldi avgreiðast næstu 15 árini.


Hetta sigur landsstýrið í tíðindaskrivi, sum í dag (sunnudag) er sent fjølmiðlunum. Landsstýrið sigur, at donsk fjølmiðlarnir seinastu dagarnar - við Fíggjarmálaráðnum sum keldu - hava borð fleiri ósonn tíðindi viðvíkjandi samráðingarupplegginum hjá Føroya Landsstýri í sambandi við nýggja felagsskapin millum Danmark og Føroyar.


? Álvarsamastu ósannindini, sum eru borðin í miðlunu, er, at Føroya Landsstýri í sambandi við samráðingarnar hevur kravt eina skiftistíð upp á yvir 50 ár, sigur landsstýrið.


? Hetta er beinleiðis ósatt, og tá hetta er til stóran skaða fyri samráðingargongdina, kennir landsstýrið seg noytt at koma við hesum viðmerkingunum:


Hósdagin fekk Poul Nyrup Rasmussen, forsætismálaráðharri, eitt eintak av uppleggi landstýrisins til samráðingar um eina nýggja samstarvsavtalu millum Føroyar og Danmark, ið hevur við sær, at føroyska fólkið fær fulla politiska og búskaparliga ábyrgd av landinum.


Uppleggið hevði m. a. eitt uppkot um, hvussu Føroyar kunnu loysast frá Danmark búskaparliga. Her er talan um eitt samráðingarupplegg og upp á ongan máta um krøv. Landsstýrið hevði lagt upp til realitetssamráðingar um tað búskaparligu skiftistíðina á komandi fundum, har sjálvandi fleiri møgulig modell verða umrødd.


Tað fyrista útspælið var hetta:


o At danski stuðulin til Føroyar í einum - tá sáttmálin kom í gildi - varð settur niður í helvt til 650 milliónir, samstundis sum føroyska skuldin til ríkiskassan varð strikað.


Hetta hevði merkt eina árliga sparing fyri donsku skattaborgaranar upp á millum 400 og 600 milliónir - alt eftir útrokningargrundarlagnum, sum partarnir eisini skuldu vera samdir um.


Sambært uppskotinum skuldu hinar 650 milliónirnar minkast burtur eftir trimum árum, tá tær vóru 3% av bruttotjóðarúrtøkuni í Føroyum. Hetta modellið, sum er uppskot frá Føroya Javnaðarflokki, og sum var ein partur av upplegginum í eini roynd at semjast við andstøðuna í Føroyum.


Eitt slíkt modell, hevði verið treytað av vøkstinum í føroyska búskapinum, og kann tí roknast til nógv ymisk áramál og frá ymsum fyritreytum. Um Føroyar t. d. fáa intøkur úr oljuframleiðslu, fellur stuðulin burtur eftir fáum árum.


Fyribils metingar vísa, at føroyska bruttotjóðarúrtøkan fyri ár 2000 er um 8 mia kr. Hetta merkir, at 650 milliónir er um 8% av BNP.


Vøksturin í føroyska búskapinum hevur seinastu seks árini verið 9,8% í miðal. Um hesin vøkstur heldur fram, hevði stuðulin fallið burtur eftir 11-12 árum.


Men fyri at tryggja avviklingina av stuðulinum uttan at tilvildin skal ráða, inniheldur samráðingaruppskotið eisini eitt uppskot um, at sáttmálin kann setast úr gildi í 2015. Hetta merkir sjálvandi, at stuðulin tá heldur uppat.


Tí er talan um eitt loft upp á 15 ár í føroyska samráðingarupplegginum.


Føroya Landsstýri heldur tað vera átaluvert, at partar av sáttmálauppskotinum, sum í trúnaðin er handað forsætismálaráðharranum persónliga, í snaraðum formi verður almannakunngjør soleiðis, at krøvini hjá Føroya Landsstýri tykjast órímulig.


Landsstýrið heldur tað eisini vera átalu vert, at farið verður út alment at seta ultimativar treytir til mótpartin, áðrenn samráðingarnar eru byrjaðar. Eisini heldur landsstýrið tað vera átalu vert at skíra samráðingaruppleggið sum eitt órímuligt krav um stórar veitingar.


Landsstýrið ynskir ikki at leingja búskaparligu veitingarnar frá Danmark. Tvørturímóti skjýtur landsstýrið upp, at verandi búskaparligu veitingar fella burtur, sigur Føroya Landsstýrið í tíðindaskrivi, sum er sent fjølmiðlunum í Danmark og í Føroyum.


At enda í tíðindaskrivinum ger landsstýrið vart við hetta:


"Tað, sum vit ynskja, er ein nýggjan felagsskap millum Danmark og Føroyar,har føroyska tjóðin fær ábyrgdina fyri egnum landi.


Tann verandi skipanin, har býtið millum ábyrgd og tad er ógreitt, hevur víst seg at hava fatalar politiskar og búskaparliga avleiðingar fyri Føroyar.


At føroyska tjóðin fær búskaparligu ábyrgdina fyri egnum landi vil hava við sær stórar árligar sparingar fyri danska skattaborgaran.


Um føroyska fólkið hinvegin ikki tekur sær hesa ábyrgd, fara veitingarnar frá Danmark at verða enn størri. Gongdin vísir, at stuðulsbúskapur førir við sær ein spiral, sum ger Føroya enn meira knýttar av størri og størri stuðli úr Danmark.


Men gongdin frá einum stuðulsbúskapi til ein sjálvberandi búskap kann ikki henda frá degi til dags. Tað er tí, at vit skjóta upp, at við sum partur av sáttmálanum um nýggja felaggsskapin gera eina avtalu um eina rímuliga búskaparliga skiftistíð.

Alternativið til hesa hjálp til sjálvhjálp er, at Føroyar verða knýttar tættari og tættari at donskum stuðuli, sigur Landsstýri at enda í tíðindaskrivinum, sum er sent fjølmiðlunum.