Uppskotið skal aftur fyri tingið

Tað kemur ikki óvart á, at samgongutingmenninir í Uttanlandsnevndini eru fyri uppskotinum hjá landsstýrinum um fullveldi, men fyri at verða við í meirilutanum setir Jenis av Rana ta treyt, at úrslitið av fyrireikingum landsstýrisins verður lagt fyri tingið áðrenn samráðingarnar byrja

At samgongutingmenninir í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum taka undir við fullveldisætlanum landsstýrisins kemur neyvan óvart á nakran, men at tað skuldi enda við einum meirilutaálitið kom kanska.

Uttanlandsnevndin var nevniliga skipað so, at andstøðan hevði meirilutan í nevndini, so var hugsandi at »samgongunevndarlimirnir« vóru í minniluta.

Men so varð ikki. Sum vit hava hoyrt í útvarpinum, so hevur Jenis av Rana gjørt av at taka undir við uppskotinum, treytað av, at landsstýrið leggur úrslitið av fyrireikingunum fyri løgtingið til aðalorðaskiftis, áðrenn samráðingar verða tiknar upp við donsku stjórnina.

Og tað er júst henda broyting, sum meiriluytin í Uttanlandsnevndini skjýtur upp fyri løgtinginum.


Finnið út av

um tað ber til

Í innganginum til áliti sigur meirilutin, at tað, sum vitulig er, ikki ber til at koma til nakra endaliga niðurstøðu hvørki politiska, búskaparliga ella løgfrøðisliga, men kortini er einki er einki komið fram undir viðgerðini av málinum, sum kann sannføra samgongutingmenninar um, at tað ikki skal bera til at skipa Føroyar sum eitt politikst og búskaparligt sjálvstøðugt fullveldi. Heldur tvørturímóti, sigur meirilutin.


Fýra bólkar

skulu kanna

Ætlan landstýrisins um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum er bólkað í fýra partar.

Tann fyrsti er ein sáttmálabólkur, sum skal kanna ríkisrættarligu og fólkarættarligu viðurskiftini fyri at Føroyar kann gerast fullveldi.

Hann skal m. a. kanna umsitingarligu og búskaparligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark í søguligum høpi, og so skal hann eisini hyggja eftir íslendska modellinum, sum brúkt varð í 1918.

Annar bólkurin skal gera eina búskaparlýsing av viðurskiftunum millum londini, og tann bólkurin far, sum verða mann ríkiligt at hyggja at. Hann skal m.a. hyggja at øllum ríkisútreiðslunum í Føroyum, og so skal hann eisini gera metingar um hvat krevst fyri at mótvirkað ta at blokkurin hvørvur.

Triði bólkurin skal arbeiða við teimum umsitingarligu viðurskiftini og hsein bólkurin skal arbeiða við at lýsa krøvini til lóggávu, fyrisiting, fígging og samstarvsavtalur tá Føroyar skulu átaka sær hesa tættir.

Bólkurin skal m. a. gera tíðarætlanir og málsetningar fyri eini sjálvstøðugari umsiting, íroknað tey umsitingarøki, sum danir í dag hava.


Grundlógarbólkurin

Fjórði bólkuyrin í uppskotið landsstýrisins verður grundlógarnevndin, sum verður sett sambært løgtingslóg.

Hesin bólkurin skal sjálvsagt hava umboð úr øllum flokkum samstundis sum serfrøðingar eisini skulu hava umboð í hesi nevnd.

Hesin bólkur far eina sera týdningarmikla »rollu«.

Hann skal gera uppskot um føroyska grundlóg við ásetingum um valdsbýti millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið. Eisini skal grundlógarnevndin arbeiða við millumtjóða viðurskiftum, mannarættindum og eini føroyskari rættarskipan.


Má aftur fyri tingið

Meirilutin í Uttanlandsnevndini hevur fest seg við, at grundlógin verður tað einasta ksum skal fyri aftur í tinginum og heldur ikki at tað er rætt. Tí heldur ein breiður meiriluti í nevndini, at tingið skal hava møguleika at gjøgnumganga úrslitið hjá arbeiðsbólkunum.

Eftir hesum leisti fær tingið fylgt við í arbeiðinum alla tíðina, og tað má vera tað rættasta heldur meirilutin, sum tí skjýtur upp at tikið verður undir við ætlanum landsstýrisins við fyrr nevndu broyting