Uppskotini skulu koma úr Føroyum

? Tað sigur seg sjálvt, at broytingar skulu gerast í ríkisviðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, men føroyingar mugu gera sær greitt, at tað er hiðani uppskotini til broytingar skulu koma og ikki úr Danmark, sigur Pia Larsen, fólkatingslimur fyri Vinstra, sum eisini heldur tað verða sera óheppið, um bankamálið skal verða orsøkin til broytingar

Tað hevur verið - og er - vanligt, at stóru flokkarnir fáa gestarøðarar úr útlendsku samstarvsflokkum sínum til landsfundirnar.

Um vikuskiftið hevði Sambandsflokkurin landsfund og teir høvdu vitjan av danska vinstrapolitikaranum Piu Larsen.

Upprunaliga var ætlanin, at Anders Fogh Rasmussen skuldi koma, men orsakað av verkfallinum fall tann ætlanin á gólvið.

Men Pia Larsen er heldur ikki heilt ókend við føroysk viðuskiftið. Hon er framsøgumaður í fíggjarviðurskiftum og tí hevur hon havt nógv við eitt nú bankamálið at gera.

Hon hevur eisini sína heilt greiðu hugsanir um ríkisrættarligu sambondini millum Føroyar og Danmark, og tað var millum annað hetta vit tosaðu við hana um leygardagin.


Fegnast um

nýggju kanningina

Pia Larsen sigur, at Vinstri hevur tað fatan, at tað skulu gerast broytingar í samstarvinum millum londini.

? Eg haldi, at um ein, tá tað hevur verið ein kreppa, bara staðfestir, at hatta var hatta, er á skeivari leið. Vit eiga at læra av teimum feilum, sum eru gjørdir og av kreppuni.

Hon vísir á, at tað í øllum viðurskiftum er soleiðis, at tað skulu gerast broytingar í einum samstarvi, og serliga einum slíkum, sum tað er millum Føroyar og Danmark.

? Men føroyingar mugu gera sær sjálvum greitt, at tað er hiðani, at broytingaruppskotini skulu koma.

Pia Larsen staðfestir, at heimastýrislógin er »ein gomul dáma«, sum hon tekur til, men hon leggur afturat, at tað hvørki er ynski frá Vinstra í Danmark ella frá Sambandsflokkinum í Føroyum, at ríkisfelagsskapurin skal avtakast.

? Men vit hava við gleði sæð, at tað ikki longur er meiriluti fyri at slíta heilt við Danmark, sigur Pia Larsen.

? Men føroyingar mugu gera sær greitt, at skulu broytingar gerast í ríkisviðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, so skulu broytingaruppskotini koma úr Føroyum og ikki úr Danmark, sigur hon.

Hon leggur dent á, at tað eru føroyingar, sum vit hvussu samfelagið skal síggja út, og tá eitt slíkt broytingaruppskot liggur á borðinum, so fer politiska skipanin í Danmark at viðgera tær seriøst.

? Politisku flokkarnir í Danmark fara ikki at seta seg upp ímóti broytingaruppskotum, um tey eru væl gjøgnumarbeidd, sigur Pia Larsen


Bankamálið

hevur oyðilagt nógv

Pia Larsen dylir ikki fyri, at bankamálið hevur havt sína stóru ávirkan á viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.

? Støðan í fólkatinginum er tann, at allir flokkar fegnir vilja halda saman upp á ríkiseindina, og tí hava vit eisini við gleði staðfest at tað ikki longur er meiriluti fyri fullveldinum í Føroyum.

Pia Larsen heldur eisini at tað er ein keðiligur máti at heiðra grundlógina, sum fyllir 150 ár í ár, at føroyingar fara úr ríkinum

? Bankamálið hevur havt eina sera keðiliga ávirkan og tí eigur stjórnin ábyrgdina av. Men vit mugu ikki lata hetta verða orsøkin til at ríkisfelagsskapurin verður upploystur.


Loysingin

kostar pengar

Ein annar partur av kjakinum er blokkurin. Tað verður í báðum londum tosað um, at føroyingar fáa ov nógvan stuðul úr Danmark.

Flokkarnir á Løgtingið eru flest allir - uttan Sambandsflokkurin - á einum málið um at blokkurin skal burtur. Ósemjan er harafturímóti um hvussu hann skal fáast burtur.

Vinstriflokkurin er liberalur flokkur, sum vil hava at vinnulívið skal klára seg uttan stuðul. Hevði tað so ikki verið passandi, at tað sama var galdandi fyri Føroyar sum land?

? Føroyski búskapurin hongur bara á einari vinnu, nevniliga fiskivinnuni, og tí kann tað fara at verða trupult at avtaka blokkin uttan víðari, men tað eigur at fara ein regulering fram alla tíðina. Men bæði okkara formaður, Anders Fogh Rasmussen og forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen hava gjørt greitt, at um so er, at Føroyar gerast fullveldið, so kostar tað, tí tað sigur seg sjálvt at Danmark kann ikki fara lata blokkstuðul til eitt sjálvstøðugt land, sigur Pia.

Hava politikararnir ikki verði nóg búgvnir at broyta samfelagið og seg sjálvar til nýggjar tíðir?

? Jú, men tað hevur ikki bara verið lætt. Til dømis hava føroyingar biðið um at sleppa at yvirtaka fíggjarviðurskiftini, sum føroyskt sermál, men svarið úr Danmark var kortanei. Í dag kunnu vit siga, at tað hevði verið rættari, um føroyingar tá sluppu yvirtaka fíggjarviðurskiftini. So er møguligt, at bankamálið ongantíð var komið so vítt, sigur Pia Larsen


Ikki fingið svar

Tá bankamálið var frammi í fjør vóru danskir stjórnarpolitikarar øgiliga støðufastir um, at tað var ikki ábyrgdin hjá stjórnini, at bankamálið var vorðið tað tað var.

Tí undraði tað Piu Larsen almikið, at danska stjórnin við avtaluni í juni í fjør gekk við til at gjalda føroyingum nógvan pening sum kompensatión fyri bankamálið.

Í tí sambandinum reisti hon spurningin um hvørt føroyingar vóru keyptir til eitt nú hvítusunnupakkan ella um tað var tí at stjórnin viðgekk at hava gjørt mistøk í sambandi við bankamálið.

Greinin hon skrivaði var undir heitinum »Må vi få en forklaring«. Er hon so vorðin klókari síðani?

? Nei. Hvørki føroyingar ella danir hava fingið eina frágreiðing um, hvussu stórur partur er endurgjald fyri bankamálið og hvat er annað. Tað haldi eg er skeivt, og eg haldi, at føroyingar hava krav at fáa at vita hvat er hvat, men tað fingu tey ongantíð.

Pia Larsen viðgongur, at tað var skeivt at gera kanningina á tann hátt hon varð gjørd.

? Men tað var tað einasta vit kundu fáa, tí ávísir flokkar í fólkatinginum ristu á hondunum. Vit vistu hvat vit fingu, men hatta var tað einasta vit kundu fáa, og ti tóku vit av, men vit søgdu beinanvegin, at tað var ikki rætt, at kanningarnevndin onga ábyrgd skuldi áleggja.

Pia Larsen sigur at enda, at eftir hennara meting hava danir ein ringan smakk í munninum eftir viðgerðina av føroyingum, men hon vónar ikki at tað verður bankamálið, sum verður avgerandi fyri um Føroyar