Í fyrsta filminum hitta vit forvitnu gentuna Lyra, sum býr á lærdum háskúla í Oxford, har rektarin og professorarnir á skúlanum taka sær av henni.
Pápabeiggi hennara, Lord Asriel, ger spennandi ferðir til Arktis, og hann hevur eftir øllum at døma funnið okkurt heilt spennandi á einari ferð hagar. Men tað er eisini vandi á ferð, tí børn hvørva úr Oxford, og tað eru altíð børn hjá fátøkum foreldrum, sum verða tikin. Men hvør er tað, sum tekur børnini, og hevur tað nakað at gera við ferðirnar hjá pápabeiggjanum til Arktis.
Lyra heldur seg vita, hvussu alt hongur saman, og hon ger av at gera eina ferð norður eftir, men tað er ikki bara sum at siga tað. Hon fer inn í eina verð, sum fólk ikki vanliga uppliva.
Filmurin er lutvíst tikin upp í Noregi – í Bergen og á Svalbard.
Tað er Chris Weitz, sum hevur verið leikstjóri, og hann hevur havt nógvar kendar sjónleikarar at spæla leiklutirnar í filminum.
Millum høvuðsleikararnar í filminum eru Nicole Kidman og Daniel Craig, sum er tann nýggi James Bond. Gentan Lyra verður spæld av Dakota Blue Richards, sum ongantíð áður hevur spælt í biograffilmi. Aðrir leikarar í filminum eru Ian McKellan, Eva Green, Sam Elliot, Kristin Scott Thomas og Kathy Bates.
Filmurin er slakar tveir tímar til longdar og verður frumsýndur í Havnar Bio fríggjakvøldið.