Upptakt: Ronaldo ætlar sær metið

EM 2020: Cristiano Ronaldo skal bara skjóta eitt mál, so er hann søguligur toppskjútti til EM

Portugal er verandi EM-vinnari og liðið er bara blivið sterkari síðani tá. Portugal er ein av favorittunum at vinna EM-endaspælið, men liðið hevur verið rakt av koronu. Tað merkir at João Cancelo úr Manchester City ikki verður við.

 

Stóra stjørna hjá Portugal er sjálvandi Cristiano Ronaldo. Hann er bara eitt mál frá at eiga metið sum mest skorandi spælarin til EM-endaspølini. Hesum hevur hann sett sær fyri at røkka.

 

36 ára gamli áleyparin verður tó eisini mettur sum ein møgulig forðing hjá verandi vinnarunum, at endurvinna evropiska meistaraheitið. Fleiri viðmerkjarar halda at lykilin hjá Portugal er ikki at spæla fyri Cristiano Ronaldo og hansara metum. Tað er hent í Juventus í ár og liðavrikini hava ikki verið góð.

 

Hópurin hjá Portugal er so góður, at André Silva – sum hevur skorað fleiri mál í Bundesliguni enn Erling B. Håland – møguliga ikki byrjar inni. Portugal hevur alt sum skal til fyri at vinna, men tað liðið má raka røttu javnvágina millum Portugal og Cristiano Ronaldo.

 

Bólkur F:

 

Ungarn – Portugal (17.00)

 

Dómari: Cüneyt Çakır (Turkaland)

 

Leikvøllur: Puskás Aréna, Budapest

 

Hópurin hjá Portugal:

 

Málverjar:

 

Rui Patricio, Wolverhampton

 

Anthony Lopes, Lyon

 

Rui Silva, Granada

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Diogo Dalot, Manchester United

 

Nélson Semedo, Wolverhampton

 

José Fonte, Lille

 

Rúben Dias, Manchester City

 

Pepe, Porto

 

Nuno Mendes, Sporting Lissabon

 

Raphaël Guerreiro, Borussia Dortmund

 

 

 

Miðvallarar:

 

Danilo Pereira, Paris SG

 

João Palhinha, Sporting Lissabon

 

Rúben Neves, Wolverhampton

 

João Moutinho, Wolverhampton

 

Renato Sanches, Lille

 

Bruno Fernandes, Manchester United

 

Sérgio Oliveira, Porto

 

William Carvalho, Real Betis

 

 

 

Áleyparar:

 

Pedro Gonçalves, Sporting Lissabon

 

André Silva, Eintracht Frankfurt

 

Bernardo Silva, Manchester City

 

Cristiano Ronaldo, Juventus

 

Diogo Jota, Liverpool

 

Gonçalo Guedes, Valencia

 

João Félix, Atlético Madrid