Upptakt: Seinasti dansurin hjá Messi

HM 2022: Í kvøld verður ein klassikari í HM-fótbólti, tá Holland og Argentina bresta saman

Í kvøld klokkan 19 møtast Holland og Argentina fyri tíggjundu ferð í landsliðsfótbólti. Liðini hava møtst í HM-finlauni (1978), HM-hálvfinaluni (2014) og HM- fjórðingsfinaluni (1998).

 

Dysturin í kvøld kann eisini verða tann eisini hjá 35 ára gamla Lionel Messi í HM-fótbólti. Hann hevur boðað frá, at hetta er seinasta endaspælið hjá honum. Ivamálið hjá Argentina er Angel Di Maria, sum hevur ein snudd at dragast við. Marcos Acuna og Gonzalo Montiel eru eitt gult kort frá leikbanni í eini møguligari hálvfinalu.

 

Tað er ongir skaðar í hópinum hjá Hollandi. Nathan Ake, Frenkie de Jong, Matthijs de Ligt og Teun Koopmeiners fáa leikbann, um teir fáa gult kort í kvøld. Dysturin verður á Lusail leikvøllinum og dómari verður spanski Antonio Mateu.

 

Holland (3-5-2): 23. Noppert — 2. Timber, 4. van Dijk, 5. Ake — 22. Dumfries, 15. de Roon, 14. Klaassen, 21. De Jong, 17. Blind — 10. Depay, 8. Gakpo.

 

Skaddir: Ongin

 

Leikbann: Ongin

 

Argentina (4-3-3): 23. E. Martinez — 26. Molina, 13. Romero, 19. Otamendi, 8. Acuna — 20. Mac Allister, 5. Paredes, 24. E. Fernandez — 9. Alvarez, 10. Messi, 11. Di Maria.

 

Skaddir: Angel Di Maria, Papu Gomez

 

Leikbann: Ongin