Upptakt: Seinasti møguleikin hjá Bale?

EM 2020: Wales toppaði til EM-endaspælið í 2016, men seinastu fimm árini eru farin illa við Gareth Bale

Í gjár var setanardysturin millum Turkaland og Italia. Fyrsti dysturin í dag er millum Wales og Sveis. Wales tók øll á bóli, tá teir til EM-endaspælið í 2016 komu í hálvfinaluna og vunnu bronsu. Hetta er bara aðru ferð í nýggjari tíð, at Wales hevur vunnið seg til eitt endaspæl.

 

Tað eru fimm ár síðani, at Garteh Bale var á toppinum og førdi Wales fram. Í dag er støðan eitt sindur øðrvísi. Wales hevur klárað seg væl í Nations League, men upptaktin til EM-endaspælið hevur ikki verið góð.

 

Wales hevur tapt 3-0 móti Fraklandi og spælt málleysan javnleik móti Albania. Ungir spælarar sum Daniel James (Manchester United), Neco Williams (Liverpool) og Ethan Ampadu (Chelsea) eru á veg fram, men teir hava brúk fyri fleiri royndum, áðrenn teir kunnu bera eitt walisiskt landslið.

 

Avbjóðingin er, at eitt nú Gareth Bale er langt frá toppinum. Tað eru fleiri søgur, sum siga at hann fer at gevast eftir hetta kappingarárið, hóast hann bara er 31 ára gamal. Hann hevur verið uttanfyri hópin hjá Real Madrid í longri tíð. Tað er ikki sami Gareth Bale, ið spælir hetta EM-endaspælið, sum førdi Wales til hálvfinalurnar í EM-2016.

 

Wales – Sveis (Klokkan 14.00)

 

Dómari: Clément Turpin (FRA)

 

Leikvøllur: Olympiski leikvøllurin í Baku, Aserbadjan

 

Væntað uppstilling:

 

Wales (3-4-3): Ward – Rodon, Mepham, Davies – Roberts, Ramsey, Allen, Williams – Wilson, Bale, James

 

Hópurin hjá Wales:

 

Málverjar:

 

Wayne Hennessey, Crystal Palace

 

Danny Ward, Leicester City

 

Adam Davies, Stoke City

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Ben Davies, Tottenham

 

Joe Rodon, Tottenham

 

Chris Mepham, Bournemouth

 

Chris Gunter, Charlton Athletic

 

Rhys Norrington-Davies, Sheffield United

 

Neco Williams, Liverpool

 

Connor Roberts, Swansea City

 

Ben Cabango, Swansea City

 

Tom Lockyer, Luton Town

 

 

 

Miðvallarar:

 

Joe Allen, Stoke City

 

Joe Morrell, Luton Town

 

Ethan Ampadu, Chelsea

 

Matthew Smith, Manchester City

 

Jonny Williams, Cardiff City

 

Aaron Ramsey, Juventus

 

Dylan Levitt, Manchester United

 

Rubin Colwill, Cardiff City

 

David Brooks, Bournemouth

 

Harry Wilson, Liverpool

 

 

 

Áleyparar:

 

Kieffer Moore, Cardiff City

 

Gareth Bale, Real Madrid

 

Tyler Roberts, Leeds United

 

Daniel James, Manchester United