Tað er klokkan 18 í kvøld, at føroyska U21-landsliðið skal spæla sín sjeynda dyst í hesasi EM-undankappingini. Higartil hevur tað ikki gingið nakað serligt, tí at eftir seks dystir hava Føroyar tapt allar, og eru vit tískil aftast á stigatalvuni í bólki 7 við ongum stigi.
Kvøldsins mótstøðulið er Finnland, ið Føroyar longu hava spælt ímóti einaferð í hesi undankappingini. Hetta var í september í fjør, tá ið finnar vunnu ein sannførandi sigur áljóðandi 3-0.
Eitt er, at Føroyar ikki hava fingið stig í hesi undankappingini, men kanska enn verri er tað, at liðið bert hevur skorað eitt mál í teimum seks dystunum higartil. Hetta var í mars í útidystinum ímóti Týsklandi, sum týskararnir vunnu 4-1. Gestur Bogason Dam skoraði einsamalla, føroyska málið.
Annar av venjarunum hjá U21-landsliðnum, Eli Hentze, ásannar, at tað er ikki nakað at reypa av, at Føroyar bert hava skorað eitt mál. Hann vísir tó á, at føroyska liðið er ment nógv síðani hendan undankappingin byrjaði fyri sløkum árum síðani.
- Í hesari undankappingini hevur okkara lið verið ígjøgnum eina góða menning, sum ger, at vit venjarar halda, at vit hava avrikað munandi betur sum kappingin er fráliðin, enn vit gjørdu í byrjanini av undankappingini. At vit bara hava skorað eitt mál higartil er sjálvandi ikki nógv, men eg haldi, at vit eru komnir munandi longur fram á vøllin, og vit eru munandi betur við í dystunum. Vit hava bóltin meira og verja eisini heldur betur, so vit gleða okkum avgjørt til í morgin, og vit ætla at leggja eitt gott avrik eftir okkum, sigur Eli Hentze við in.fo.
Mótstøðuliðið, Finnland, hevur níggju stig eftir fimm dystir og er nummar trý í bólkinum. Eli Hentze sigur, at finska liðið sum so ikki hevur sterkar einstaklingar, men kortini er liðið gott.
- Finnar spæla klassiskt 4-4-2, og hetta kemur møguliga at líkjast skipanini, ið vit fara at spæla. Finnar megna væl at spæla smáspæl, men teimum hóvar best at spæla skjótt frameftir, og eru teir skjótir í álop. Hjá finnum er tað fyrst og fremst sjálvt liðið, ið er teirra styrki. Teir hava ikki líka góðar einstaklingar sum til dømis Eysturríki, Týskland og møguliga eisini Aserbadjan, ið vit hava spælt ímóti í hesari undankappingini. Men tað er sjálvt liðið, sum avrikar hjá teimum.
Eli Hentze vil ikki lova stig í dystinum í kvøld. Heldur leggur hann størsta dentin á sjálvt avrikið, ið kann viðføra stig.
- Vit avgera tað ikki einsamallir. Okkara setningur er og verður, at hvør einstakur skal avrika 100% og eitt sindur afturat, so eri eg sannførdur um, at vit hava stórar møguleikar at fáa stig. Men tað er fyrst og fremst avrikið, ið er avgerandi. Stigini eru dessertin, meðan avrikið er døgurðin og høvuðsmáltíðin, vóru seinastu og rættiliga skemtiligu orðini frá Eli Hentze.
Tað er ókeypis atgongd til dystin á Tórsvølli.