Upptakt: Vælgagnist - Ungarn

EM 2020: Ungarn er enda í klárt sterkasta bólkinum til EM-endaspælið

Ungarn skal seinnapartin í dag spæla móti Portugal í EM-endaspælinum. Hetta er ein heilt serligur dystur fyri Ungarn, sum ein av teimum 11 vertstjóðunum til hetta EM-endaspælið. Dysturin verður spældur í Budapest, har níggju av spælarunum hjá Ungarn eru føddir og uppvaksnir. Tí er hetta ein serligur dystur fyri viðhaldsfólkini hjá Ungarn.

 

Tað ger tað eisini serligt, at Ungarn skal spæla móti verandi EM-vinnarunum Portugal. Í 14 royndum hevur tað ongantíð eydnast Ungarn at vinna á Portugal. Tað eru ikki tær heilt stóru vónirnar til Ungarn, men liðið hevur nú staðið seg væl. Ungarn hevur ikki tapt í 11 teimum seinastu dystrunum, og bara í einum av teimum seinastu 15 hevur tað ikki eydnast at skjóta mál.

 

Nakrir av spælarunum ganga aftur frá dystunum móti Føroyum til EM 2016 og HM 2018 undankappingarnar. Eitt nú liðskiparin Ádám Szalai, sum spælir við týska Mainz. Stóra stjørnan er Dominik Szoboszlai úr RB Leipzig, men hann bleiv skaddur á degnum, tá hópurin bleiv úttikin. Annars er ongin stór stjørna á liðnum. Ungarn verður ikki mett at hava nakran kjans at koma víðari, tí bólkurin telur Portugal, Frakland og Týskland.

 

Bólkur F:

 

Ungarn – Portugal (17.00)

 

Dómari: Cüneyt Çakır (Turkaland)

 

Leikvøllur: Puskás Aréna, Budapest

 

Ungarn: Gulácsi; Fiola, Orbán, Attila Szalai; Lovrencsics, Kleinheisler, Nagy, Schäfer, Holender; Roland Sallai, Ádám Szalai

 

Hópurin hjá Ungarn:

 

Málverjar:

 

Ádám Bogdán, Ferencváros

 

Dénes Dibusz, Ferencváros

 

Péter Gulácsi, Leipzig

 

Balázs Tóth, Puskás Akademia

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Bendegúz Bolla, Fehérvár

 

Endre Botka, Ferencváros

 

Attila Fiola, Fehérvár

 

Szilveszter Hangya, Fehérvár

 

Ákos Kecskés, Lugano

 

Ádám Lang, Omonoia

 

Gergő Lovrencsics, Ferencváros

 

Willi Orbán, Leipzig

 

Csaba Spandler, Puskás Akademia

 

Attila Szalai, Fenerbahçe

 

 

 

Miðvallarar:

 

Tamás Cseri, Mezőkövesd

 

Dániel Gazdag, Budapest Honvéd

 

Filip Holender, Partizan

 

László Kleinheisler, Osijek

 

Ádám Nagy, Bristol City

 

Loïc Négo, Fehérvár

 

Ándras Schäfer, Dunajská Streda

 

Dávid Sigér, Ferencváros

 

 

 

Áleyparar:

 

János Hahn, Paks

 

Nemanja Nikolić, Fehérvár

 

Roland Sallai, Freiburg

 

Szabolcs Schön, Dallas

 

Ádám Szalai, Mainz

 

Kevin Varga, Kasımpaşa

 

Roland Varga, MTK Budapest